Jump to content

Benjamin Rasmussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Benjamin Rasmussen er ein føroyskur myndamaður. Hann hevur tikið forsíðumyndina fyri Time Magazine í mai 2017.[1] Time Magazine er heimsins størsta vikublað og hevur 26 milliónir lesarar. Á forsíðuni sæst amerikanski forsetin, Donald Trump, ganga eftir gongini í Hvítu Húsunum móti lyftuni, sum skal flyta hann frá skrivstovuni til hæddina, har hann býr. Myndin á forsíðuni er tilvísing til eina frásøgn við myndum longur inni í blaðnum.

Benjamin Rasmussen býr í Denver í Kolorado, USA. Pápi Benjamin er føroyingur og mamman er amerikonsk. Hann er uppvaksin á Filipsoyggjunum, har foreldur hansara virkaðu sum trúboðarar í einum ættarbólki í syðra parti av landinum. Hann hevur búð í Føroyum í styttri tíðarskeiðum. Hann hevur lisið myndlist og journalistik á John Brown University í Arkansas og tikið yvirbygnaðin í foto-journalistikki á Filipsoyggjunum.

Hann hevur sum myndamaður vunnið fleiri viðurslønir og hevur tikið myndir fyri fleiri viðurkendar miðlar, harímillum Vogue Magazine og The New York Times. Í 2010 tók hann myndir av grindadrápi í Klaksvík, og tað er ein av hesum myndunum, ið vann fyrstapláss í virðismettu myndakappingini Pictures Of the Year International innan økið "Vísund/Náttúrusøga".[2] Hann hevur áður havt verkstovur á G!-Festivalinum.