Bashar Warda
Bashar Warda (fulla navn hansara á arabiskum máli: بشار متي وردة - Bashar Mati Warda føddur 15. juni 1969) er ein irakskur erkbiskupur í tí kaldeisku katólsku kirkjuni í sóknini Arbil. Hann hevur verið biskupur har síðan 24. mai 2010. Undanmaður hansara var Yacoub Denha Scher.[1][2]
Hann varð føddur í Bagdad í 1969. Hann varð prestvígdur í 1993 og helt fram við teologiska lesnaðinum í Katholieke Universiteit Leuven, Belgia.
Frá 2004 til 2013 var hann apostolskur fyristøðumaður í Zākhō biskupsdøminum.
Í 2009 valdi kirkjutingið hjá kaldeansku katólsku kirkjuni til erkbiskup av Erbil erkabispadøminum.[3] Eftir at Benadikt XVI pávi gav sítt samtykki til valið, var hann innsettur hin 3. juli 2010.[4][5]
Myndir[rætta | rætta wikitekst]
Biskup Warda á hvítusunnu all-night vigil í dómkirkjuni í Lodi, 14. mai 2016.
Biskup Warda saman við biskuppi Maurizio Malvestiti á hvítusunnu all-night vigil í dómkirkjuni í Lodi, 14. mai 2016.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ «Noi siamo odiati perché ci ostiniamo a esistere come cristiani»
- ↑ Those who've stayed – what now for Christians in Syria and Iraq?
- ↑ Warda: aiutate i cristiani perseguitati d'Iraq
- ↑ Iraqi archbishop: The plight of fleeing Christians makes him quarrel with God
- ↑ Christians disappearing from Iraq, bishops lament
Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]