Barbie

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Eyðkennismerki Barbie

Barbie er ein mótadukka, ið er framleidd av amerikonksku leikafyritøkuni Mattel, Inc. Dukkan kom fyrst á marknaðin í 1959. Amerikanska vinnulívskvinnan Ruth Handler skapti dukkuna, eftir sniðinum av einari týskari dukku, ið nevndistBild Lilli.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Ruth Handler eygleiddi dóttir sína Barbaru spæla sær við pappírsdukkur og legði merki til, at henni ofta dámdi at geva dukkunum vaksnar leiklutir. Á teimum døgum vóru flestar dukkur til børn sniðgivnar eftir nýføðingum. Tá Ruth innsá hetta gloppið í leikamarknaðinum, luftaði hon hugskotið, um eina dukku í kvinnukroppi, við mann sín Elliot. Elliot var við til at stovna leikafyritøkuna Mattel. Elliot var ikki serliga heitur fyri hugskotinum, og tað sama var við leiðsluni í Mattel.

Tá Ruth var á einum ferðalagi í Evropa í 1956 við børnum sínum, Barbaru og Kenneth, sá hon týsku dukkuna Bild Lilli. Hendan dukkan, við tí vaksna kroppsforminum, var júst tað, ið Ruth hevði hugsað fyri sær. Ruth keypti tríggjar dukkur. Hon gav dóttur síni eina, men vísti hinar báðar til Mattel. Dukkan Lilli varð bygd á einum kendum teknirøðsfiguri, sum javnan var víst í myndarøð í týska dagblaðnum Die Bild-Zeitung. Lilli var ein blond kjarnakvinna, ein arbeiðskvinna, ið visti hvat hon vildi, og misbrúkti gjarna menn til at fáa sín vilja. Dukkan Lilli varð fyrst seld í Týsklandi í 1955, men varð upprunaliga bert seld til vaksin. Hon gjørdist tó umtókt ímillum børn, ið dámdu at lata hana í tey ymsu klæðini, ið kundu keypast afturat dukkuni sjálvari.

Tá Ruth koma aftur til Amerika, fór hon at sniðgeva eina dukku eftir ímynd Lilli. Nýggja dukkan fekk navnið Barbie eftir dóttur Ruth, sum æt Barbara. Barbie var fyrstu ferð at síggja á amerikansku leikastevnuni í New York tann 9. mars 1959[1]. Hendan dagseting er eisini brúkt sum føðingardagur Barbie.

Mattel keypti rættindini til Bild Lilli í 1964, og varð øll framleiðsla steðgað. Fyrsta Barbie-dukkan var ílatin eina svarta og hvíta, sebra-stríputa svimjidrakt, og hevði hárið í einum hestahala. Fyrsta dukkan var at fáa bæði sum ljóshærd og myrkhærd. Dukkan var lýst sum "tannáringamodell", og vóru klæðir hennara sniðgivin av mótasniðgeva Mattel, Charlotte Johnson. Fyrstu dukkurnar vórðu framleiddar í Japan, og klæðir teirra hondseymaðar av japanskum arbeiðskvinnum. Umleið 350 000 Barbie-dukkur vórðu seldar tað fyrsta árið, tær vóru framleiddar.

Ein indisk smágenta spælir sær við Barbie.

Ruth Handler metti tað vera týdningarmikið, at Barbie hevði eitt vaksið útlit, og vístu tær fyrstu marknaðarkanningarnar, at summi foreldur vóru ónøgd við útsjónd dukkurnar. Serliga var tað bringan og tey týðiligu bróstini, ið teimum ikki dámdi. Útsjónd Barbie hevur verið broytt fleiri ferðir, tann kanska mest týðiliga í 1971, tá eyguni á dukkuni vórðu broytt til at hyggja beint fram og ikki til síðunar, sum á teimum upprunaligu dukkunum.

Barbie var ein av fyrstu leikunum, ið hevði eina strategiska marknaðarføring við sjónvarpslýsingum. Nakað sum seinni var kopierað av øðrum leikum. Mett verður, at umleið ein milliard Barbie-dukkur hava verið seldar kring heimin í yvir 150 londum. Mattel helt tí fram í 2006 at ein Barbie-dukka verður seld onkrastaðni í heiminum hvørt triðja sekund.[2]

Standardrøðin av Barbie-dukkunum og fylgilutum teirra er framleidd í skalanum 1/6, ið eisini verður kallað playscale.[3] Standarddukkurnar eru umleið 30 cm høgar.

Eitt Barbie Polaroid kamera er ein partur av stóra vørurvali Barbie.

Barbie-vørurnar fevna ikki bert um eina røð av dukkum og fylgilutum teirra, men eisini eina stóra røð av Barbie-merktum vørum. Sum dømi kann takast bøkur, búnar, sminkur og telduspøl. Barbie hevur verið at sæð í sínari egnu teknifilmsrøð, eisini hevur hon ein smærri leiklut í filmunum Toy Story 2 og Toy Story 3 frá Pixar.

Barbie er vorðin eitt mentanarikon og hevur fingið fleiri heiðrar, ið eru sjáldsamir í leikaverðini. Sum dømi kann nevnast, at í 1974 var ein partur av Times Square í stórbýnum New York nevndur Barbie Boulevard í eina viku, og í 1985 skapti listamaðurin Andy Warhol ein málning av eyðkendu dukkuni.

Í 2013 opnaði so tann fyrsta "Barbie tema" matstovan, ið kallast "Barbie Café" í Teivan.[4]

50 ára fagnaður[rætta | rætta wikitekst]

Í 2009 kundi Barbie fagna 50 ára føðingardag. Hátíðarhaldið innihelt ímillum annað eina mótaframsýning í New York á Mercedes-Benz mótavikuni.[5] Mótasýningin vísti fram klædnapløgg frá 50 væl kendum og umtóktum sniðgevum, har ímillum Diane von Fürstenberg, Vera Wang, Calvin Klein, Bob Mackie, og Christian Louboutin.[6]

Uppspunnalív Barbie[rætta | rætta wikitekst]

Fulla navn Barbie er Barbara Millicent Roberts. Í einari røð av stuttsøgum, útgivnar av Random House í 1960-árunum, eru foreldur hennara søgd at eita George og Margaret Roberts, frá uppspunna býnum Willows í Wisconsin.[7] Í Random House stuttsøgunum gekk Barbie í miðnámskúlanum Willows High School, ímeðan Generation Girl bøkurnar, ið eru útgivnar av Golden Books í 1999, siga at hon gekk í miðnámskúlanum Manhattan International High School í New York.[8]

Barbie hevur sjeik (on-off), ið eitur Ken, fulla navn Ken Carson. Ken er nevndur eftir soni Ruth Handler, ið eitur Kenneth. Ken var fyrstu ferð at síggja í 1961. Í einum tíðindaskrivi frá Mattel í februar 2004, var boðað frá at Barbie og Ken høvdu avgjørt at farið hvør til sítt[9], men í februar 2006 varð boðað frá at parið vónaðist eftir at kunna finna kærleikan aftur, aftaná at Ken hevði farið ígjøgnum eina "makeover".[10] Barbie hevur havt yvir 40 húsdjór, harímillum kettur, hundar, hestar, pandabjørnir, leyvuunga, og eina sebra. Hon hevur átt eina breiða røð av akførum, harímillum ein ljósareyðan Corvette sportsbil, húsbilar og jeepar. Barbie er ein karrierukvinna, og er til dømis bæði flogkapteinur og flogterna. Arbeiðsval Barbie eru sniðgivin til at vísa, at kvinnur kunna taka sær fleiri leiklutir í lívinum, og eru arbeiðstitlar Barbie ímillum annað Miss Astronaut Barbie (1965), Doctor Barbie (1988) and Nascar Barbie (1998).

Mattel hevur skapt fleiri felagar til Barbie, har ímillum kunnu teljast suðuramerikanska Teresa, afroamerikanska Christie og Steven (sjeikurin hjá Christie). Systkyni og systkinabærn Barbie eru ímillum onnur Skipper, Todd og Stacie (tvíburar), Kelly, Krissy og Francie. Barbie var væl við ein avstralskan surfara, ið æt Blaine, ímeðan tað var liðugt ímillum hana og Ken í 2004.[11]

Trætumál[rætta | rætta wikitekst]

"Dont Eat" á baksíðu bókarinnar "How to Lose Weight"

Trætur, ið standast av Barbie, fevna ofta óttan, ið stendur av at børn síggja Barbie sum eina fyrimynd, og at tey vilja líkjast henni. Tann mest vanliga trætan snýr seg, um at Barbie vísir eina órealistiska mynd av kvinnukroppinum, og gevur tað ungum kvinnum eina skeiva mynd av veruleikanum. Skal hetta økja um vandan fyri, at ungar gentur fara at royna at líkjast dukkuni og verða anoreksikar. Tá Háskúlasjúkrahúsið í Helsinki í Finnlandi rannsakaði, hvussu mátini á Barbie høvdu verið, um dukkan var fulla stødd, var niðurstøðan at Barbie hevði manglað 17-22% av "bodyfat" til at kunna menstruera.[12] Í 1963 komu fylgilutirnir "Barbie Baby.Sits" ið vóru klæðir og bókin How to Lose Weight (Hvussu Skalt tú tapa teg) við ráðinum "Don't Eat" (Ikki Eta).[13] Sama bók var eisini við í settinum "Slumber Party", saman við eini baðivekt, ið var fastsett á 50 kiloum (110 Ibs.) Slík vekt hevði gjørt eina kvinnu, við mátum Barbie í veruleikanum 15 kg í undirvekt.[14] Í 1997 fekk Barbie eina breiðari miðju, sum Mattel segði at passaði betur til nútíðar mótasnið.[15]

"Litaða Francie" kom á marknaðin í 1967. Hon er mett at vera fyrsta afroamerikanska Barbiedukkan. Francie var stoypt í sama formi til høvd, ið verður nýttur til hvítu dukkurnar, og hevði Francie tí ongi afrikonsk eyðkenni onnur enn húðarlitin. Fyrsta afroamerikanska dukkan í Barbie røðini er vanliga sagt at vera Christie, sum kom á marknaðin í 1968.[16] "Svørt Barbie" kom á marknaðin í 1980, men dukkan hevði enn ongi eyðkenni onnur enn húðarlitin. Í september 2009 kom so "So In Style" røðin, ið var skapt til at vísa eina meira realistiska mynd av afroamerikonskum kvinnum enn í upprunaligu dukkunum.[17]

Í juli 1992 gav Mattel út Teen Talk Barbie, ið tosaði fleiri setningar á enskum, har ímillum "Fara vit nakrantíð at eiga nokk av klæðum", "Eg elski at shoppa" og "Hevur tú hug til eitt Pizza-gildi". Hvør dukka var innstillað til at siga 4 útav 270 setningum, soleiðis at ongin dukka skuldi vera líka. Ein av hesum setningum var "Støddfrøði er ring". Sjálvt um bert áleið 1.5% av øllum dukkunum søgdu hendan setningin, so varð eitt trætumál burturúr frá American Association of University Women. Í oktober 1992 boðaði Mattel frá at Teen Talk Barbie ikki longur fór at siga umrødda setning, og bjóðaði teimum, ið áttu eina slíka dukku at býta hana um, vildu tey tað.[18]

Oreo smákøkur

Í 1997 byrjaði Mattel eitt samstarv við Nabisco, viðvíkjandi marknaðarføring av Oreo smákøkum og Barbie. Hugskotið var at smágentur kundu spæla við Oreo Fun Barbie aftaná skúlatíð, og deila "yndissmákøku Amerika". Sum vant framleiddi Mattel bæði hvítar og afroamerikanskar útgávur av dukkuni. Ummælarar funnust at dukkuni, tí at í afroamerikanska samfelagnum er "Oreo" eitt eitt orð, ið er nýtt um ein persón sum er "svartur at uttan men hvítur at innan" júst sum ein Oreo smákøka. Dukkan var ikki væl móttikin, og Mattel inkallaði óseldu dukkurnar, sum seinni gjørdi tær sera eftirsóktar hjá samlarum.

Í mai 1997 útgav Mattel dukkuna Share a Smile Becky, sum var ein dukka í einum ljósareyðum rullustóli. Kjersti Johnson, ein 17 ára gamal miðnámsskúla næmingur við sjúkuni cerebral palsy, vísti á at dukkan ikki fór at passa inn í lyftina á "Dreymahúsi Barbie". Mattel boðaði frá at húsið fór at vera sniðgivið av nýggjum, soleiðis at atlit var tikið til rullustólin. [19]

Í mars 2000 bórust søgur í miðlunum um, at harða vinylið, ið varð brúkt í teimum elstu barbiedukkunum, kundi leka eitrað evnir, sum kundu vera vandamikil hjá børnum, ið spældu við tær. Ákærurnar vóru sagdar vera yvirreaktión av Joseph Prohaska, ið er professari við University of Minnisota Duluth. Nýmótans barbiedukkur hava ein kropp, ið er gjørdur úr ABS-plasti, ímeðan høvdið er stoypt úr bleytum PVC.[20][21]

Dømi um eina islamska barbiedukku.

Í september 2003 bannaði Saudi Arabia sølu av barbiedukkum. Stjórnin í landinum metti, at dukkan ikki livdi upp til virðini hjá islam. Ráðið fyri Propagation of Virtue and Prevention of Vice segði at "jødiskar barbiedukkur, við teirra útfordrandi klæðum, skammiligum holdningi og fylgilutum, eru symbol fyri niðurfall perverta vestursins. Latið okkum vera varin fyri hennara vandum, og ansa okkum."[22] Í londum í Miðeystri er ein onnur dukka at fáa, ið kallast Fulla. Hon líkist Barbie, men er sniðgivin til at søma islamska marknaðinum. Fulla er ikki framleidd av Mattel, men Barbie er enn at fá í summum londum í Miðeystri, millum annað í Egyptalandi.[23] Í Iran eru dukkur at fáa, ið kallast Sara og Dara at fáa ístaðin fyri Barbie.[24]

Í desember 2005 útgav dr. Agnes Nairn á háskúlanum við Bath eina kanning, ið vísti, at ungar gentur ofta ganga í gjøgnum eitt tíðarskeið, har tær hata sínar barbiedukkur. Genturnar straffa dukkurnar við ímillum annað at avhøvda tær, ella seta dukkurnar í mikroovnin. Dr. Nairn segði at "Tað er sum at avnoktan av Barbie er ein partur av at verða vaksin og avnoktan av fortíð teirra."[25][26]

Í apríl 2009 útgav Mattel dukkuna Totally Tattoos Barbie, saman við eini røð av tattoveringum, ið kundu setast á dukkuna. Lýsingartilfar Mattel segði "Sniðgev dukkuna og set eisini tær stuttligu tattoveringar á teg sjálvan", men Ed Mayo stjóri hjá Consumer Focus vildi vera við at børn fóru at vilja fáa veruligar tattoveringar líkasum dukkan.[27]

Í juli 2010 útgav Mattel Barbie Video Girl, sum var ein dukka við einum myndatóli innsettum í bringuna. Brúkarin kundi filma videobrot sum vardu upp til 30 minuttir, og síðani flyta filmsbrotið inná eina teldu við einum USB kaðali. Tann 30. november 2010 útgav FBI eina ávaring um at dukkan kundi verða nýtt til at framleiða barnapornografi, sjálvt um tað "enn ikki vóru dømir um at dukkan hevði verið brúkt til nakað annað enn upprunaliga leiklutin".[28][29]

Í november 2014 var aftur eitt trætumál. Hesuferð yvir bókini I Can Be a Computer Engineer, sum vísti Barbie ikki duga við teldum, og kravdi at tveir av mannfólkavinum hennara at bjarga tveimum farteldum hennara, eftir at hon niðurhalar virus á tær.[30] Ummælarir funnust at bókini, og søgdu hana vera kynjamismunandi, har sum aðrar bøkur í I Can Be... røðini vísti Barbie sum ein persón, ið var fullt før fyri, at klára tær arbeiðsuppgávurnar hon setti sær fyri, og tørvaði onga hjálp frá øðrum.[31] Sum svar uppá kritikkin afturkallaði Mattel bøkurnar, ið vóru til sølu á heimasíðuni Amazon.[32]

Hermingar og rættarmál[rætta | rætta wikitekst]

  • Aqua á "Grøn Koncert" í 2008.
    Britney Spears
    Mattel stevndi listamanninum Tom Forsyth, yvir einari røð, ið kallaðist Food Chain Barbie, og vísir Barbie niðri í einum blendara.[33]
  • Í 2011 hermaði Greenpeace felagskapurin eftir Barbie. Ætlanin var at fáa Mattel at minka um pappírbrúk fyritøkurnar, og soleiðis vera við til at bjarga regnskógunum.Phil Radford segði soleiðis: "Kanningar vísa at Mattel vørur verða seldar í kassum, sum eru gjørdir úr asiatiskum trøum, og soleiðis er Mattel við at ríva niður paradís skógina í Indonesia... Sumatriskir tikarir, fílar, og orangutangar verða trýstir á kantin av útdeyða, tí Mattel leggur ikki, í hvar ljósareyði kassi Barbie, kemur frá ella inniheldur."[34] Fýra mánaðir seinni boðaði Mattel frá, at málið um pappírnýtsluna hevði verið loyst.[35]
  • Í 2004 stevndi Mattel Barbaru Anderson-Walley, yvir heimasíðu hennara, ið seldi "fetish" klæðir.[36]
  • The Tonight Show with Jay Leno víst einaferð fra eitt "Barbie Crystal Meth Lab"
  • Skemtirøðin Saturday Night Live hermdi eftir eini røð av barbielýsingum, og kallaði dukkurnar "Gangsta Bitch Barbie" og "Tupac Ken". Í 2002 var Britney Spears gestaleikari í røðini, og spældi hon tá Skipper, lítlasystir Barbie.
  • Í november 2002 noktaði ein dómari í New York at seta bann á framleiðslu av dukkum, sniðgivnar av bretsku Susanne Pitt. Dukkurnar itu "Dungeon Barbie", og vóru ílætnar "bondage" klæðum.[37]
  • Sangurin "Barbie Girl" hjá danska tónleikabólkinum Aqua, sum var útgivin í 1997, var eisini stevnt av Mattel í lógartrætuni Mattel v. MCA Records, sum Mattel tapti í 2002. Dómarin Alex Kozinski segði:"Sangurin er ein eftirherman og ein sosial viðmerking."[38]
  • Tvær lýsingar hjá bilaframleiðaranum Nissan frá 1997 vísa tvær dukkur, ið líkjast Barbie og Ken, sum koyra í einum dukkubili. Mattel stevndi Nissan fyri at brúka dukkurnar uttan loyvi. Nissan segði, at dukkurnar itu Roxanne, Nick og Tad. Mattel helt tí fram at lýsingarnar høvdu "volt skaða á vørur teirra, ið ikki kundi takast aftur", men fyritøkan valdi at semjast fíggjarliga við Nissan.[39][40][41]
  • Í 1993 kom fram ein bólkur av fólki, ið kallaði seg "Barbie Liberation Organization". Bólkurin broytti Barbiedukkur, og gav teimum eina raddarboks frá dreingjadukkunum G.I. Joe. síðani lótu tey dukkurnar inn aftur í handlarnar, har tær vóru upprunaliga keyptar.[42][43]
  • Ein eftirherman av "Malibu Stacy" var í partinum "Lisa vs. Malibu Stacy" í sendirøðini The Simpsons.

Samlarar[rætta | rætta wikitekst]

Ein Madonna serútgáva frá 1980-árunum.

Mattel metur at har eru umleið 100 000 aktivir barbiesamlarar runt um í heiminum. 90% eru kvinnur, og miðalaldur teirra er 40 ár. Tær keypa í miðal yvir 20 barbiedukkur hvørt ár. 45% av hesum kvinnum brúka yvir 1000 dollarar (umleið 7 500 DKR) um árið uppá barbiedukkur. Gamlar barbidukkur frá fyrstu árunum eru tær mest virðismiklu á auktiónum. Tann upprunaliga barbiedukkan kostaði 3 dollarar (umleið 20 DKR) í 1959, men í oktober 2004 varð ein barbiedukka frá 1959 seld, í einum myntlitaðum kassa, fyri 3 552,50 dollarar (umleið 24 300 DKR) á auktiónheimasíðuni eBay. Í september 2006 setti ein barbiedukka heimsmet, tá hon varð seld fyri 9 000 sterlingspund (umleið 92 000 DKR) á eini auktión í auktiónhúsinum Christie's í London. Dukkan var ein "Barbie in Midnight Red" frá 1965, og var partur av eini privatari samling, sum hevði 4 000 barbiedukkur, og vóru tað hollendska kvinnan Ietje Raebel og dóttur hennara, Marina, sum seldu tær.[44]

Tey síðstu árini hevur Mattel framleitt dukkur serliga miðaðar eftir samlarum. Harímillum kunnu nevnast porsilenútgávur, endurútgeving av upprunaligu dukkunum, og serútgávur av Barbie sum ein rúgva av film- og sjónvarpshetjum, frá til dømis Batman og Star Trek.[45] Í 2004 byrjaði Mattel litaskipanina fyri samlaraútgávur teirra. Litirnir eru ljósareytt, silvur, gull og platinum, alt eftir hvussu nógvar dukkur av slagnum verða framleiddar.[45]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://jwa.org/thisweek/mar/09/1959/ruth-mosko-handler Heintað 19.03.2015
  2. http://news.bbc.co.uk/2/hi/business/5370398.stm Heintað tann 19.03.2015
  3. http://miniatures.about.com/od/glossaryofminiatureterms/g/playscale.htm Heintað 19.03.2015
  4. http://www.huffingtonpost.com/2013/01/30/barbie-cafe-taiwan_n_2581728.html Heintað tann 19.03.2015
  5. http://www.popsugar.com/beauty/Barbie-Fashion-Show-New-York-Fashion-Week-2009-2815685#photo-2815685 Heintað tann 19.03.2015
  6. http://alldolldup.typepad.com/all_dolld_up/2009/02/runway-rundown-the-barbie-shows-50-designers-.html Heintað tann 19.03.2015
  7. Lawrence, Cynthia; Bette Lou Maybee (1962). Here's Barbie. Random House. OCLC 15038159.
  8. http://nymag.com/nymetro/urban/family/features/2033/ Heintað 19.03.2015
  9. http://investor.shareholder.com/mattel/releasedetail.cfm?ReleaseID=128705
  10. http://edition.cnn.com/2006/US/02/09/ken.barbie.reut/ Heintað 19.03.2015
  11. http://money.cnn.com/2004/06/29/news/fortune500/mattel_barbie/ Heintað 19.03.2015
  12. http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/magazine/7920962.stm Heintað 19.03.2015
  13. Sarah Sink Eames, Barbie Fashion: The complete history of the wardrobes of Barbie doll, her friends and her family, Vol. I, 1959–1967, ISBN 0-89145-418-7
  14. M.G. Lord, Forever Barbie, Chapter 11 ISBN 0-8027-7694-9
  15. http://news.bbc.co.uk/2/hi/business/32312.stm Heintað 19.03.2015
  16. http://www.mastercollector.com/articles/dolls/dollnews31301.shtml
  17. http://www.foxnews.com/story/2009/10/09/mattel-introduces-black-barbies-gets-mixed-reviews/ Heintað 19.03.2015
  18. http://www.nytimes.com/1992/10/21/business/company-news-mattel-says-it-erred-teen-talk-barbie-turns-silent-on-math.html?scp=1
  19. http://www.washington.edu/doit/barbies-disabled-friend-cant-fit Heintað 19.03.2015
  20. http://collectdolls.about.com/library/weekly/aa082400a.htm Heintað 19.03.2015
  21. http://www.webmd.com/parenting/news/20000825/malibu-barbie-holiday-barbie-toxic-barbie Heintað 19.03.2015
  22. http://archive.adl.org/main_arab_world/barbie.html#.VQtdseEgU-0 Heintað 19.03.2015
  23. http://weekly.ahram.org.eg/2006/797/li1.htm Heintað 19.03.2015
  24. http://news.bbc.co.uk/2/hi/middle_east/1856558.stm Heintað 19.03.2015
  25. http://news.bbc.co.uk/2/hi/uk_news/england/somerset/4539862.stm Heintað 20.03.2015
  26. http://www.bath.ac.uk/news/articles/releases/barbie161205.html Heintað 20.03.2015
  27. http://www.dailymail.co.uk/news/article-1175039/Chav-Barbie-gets-tattoos-mimic-high-profile-celebs-like-Amy-Winehouse.html Heintað 20.03.2015
  28. http://www.bbc.co.uk/news/world-us-canada-11930727 Heintað tann 20.03.2015
  29. http://edition.cnn.com/2010/CRIME/12/03/fbi.barbie.porn/ Heintað 20.03.2015
  30. http://gizmodo.com/barbie-f-cks-it-up-again-1660326671 Heintað 20.03.2015
  31. http://www.dailydot.com/geek/barbie-engineer-book-girls-game-developers/ Heintað 20.03.2015
  32. http://techcrunch.com/2014/11/19/mattel-pulls-sexist-barbie-book-i-can-be-a-computer-engineer-off-amazon/ Heintað 20.03.2015
  33. http://www.out-law.com/page-4681 Heintað 23.03.2015
  34. http://www.dailykos.com/story/2011/06/11/984311/-Ken-Dumps-Barbie-It-s-over-Greenpeace-Exposes-Barbie-s-Package
  35. http://www.scpr.org/news/2011/10/05/29262/mattel-breaks-asia-pulp-and-paper-after-greenpeace/
  36. http://www.lawdit.co.uk/reading-room/mattel-loses-trade-mark-battle-with-barbie Heintað 23.03.2015
  37. http://www.scotsman.com/news/uk/barbie-s-kinky-rival-wins-first-court-battle-1-628249
  38. http://news.bbc.co.uk/2/hi/americas/2150432.stm
  39. http://www.nytimes.com/1997/09/20/business/mattel-sues-nissan-over-tv-commercial.html
  40. http://www.mtv.com/news/1424993/after-aqua-mattel-goes-after-car-ad/
  41. http://www.thefreelibrary.com/BATTLEGROUND+BARBIE%3a+WHEN+COPYRIGHTS+CLASH.%28News%29-a083824028
  42. https://sniggle.net/barbie.php
  43. http://www.nytimes.com/1993/12/31/us/while-barbie-talks-tough-g-i-joe-goes-shopping.html
  44. http://web.archive.org/web/20061003010439/http://au.news.yahoo.com/060926/15/10osv.html
  45. 45.0 45.1 http://www.barbiecollector.com/
  • Leysliga umsett frá ensku wikipediasíðunni Barbie.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Barbie á Internet Movie Database

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið