BMI

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
BMI er eitt mát fyri fiti.
BMI verður nýtt fyri at visa lutfallið ímillum hædd og vekt, fyri at meta um ein er feitur. Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv.
Tey tíggju londini í heiminum, sum
sambært CIA hava flest ovurfeit fólk.[1]
  1   Amerikanska Sámoa  Amerikanska Sámoa   74,60 %
  2   Nauru  Nauru   71,10 %
  3   Cook Islands  Cookoyggjar   63,70 %
  4   Tokelau  Tokelau   63,40 %
  5   Tonga  Tonga   57,60 %
  6   Sámoa  Lýðveldið Sámoa   54,10 %
  7   Palau  Palau   48,90 %
  8   Kiribati  Kiribati   46,00 %
  9   Marshall Islands  Marshalloyggjar   45,40 %
 10    Kuvait  Kuvait   42,00 %

BMI stendur fyri body mass index og er eitt mát fyri, hvussu nógv fiti er í kroppinum, mett eftir hædd og vekt. Hetta mát er galdandi fyri vaksin, bæði kvinnur og menn. BMI verður roknað á henda hátt: BMI = Vekt (kg) / (hædd (m) × hædd (m)) ella:


 


Dømi: tú ert 175 cm høg(ur) og vigar 60 kg: BMI = 60 / (1,75×1,75) = 19,6, sum vit runda upp til 20. Um BMI er oman fyri 25, vigar tú, sambært altjóða mátum, ov nógv. Tað merkir kortini ikki, at tú hevur ov nógv feitt í kroppinum. Fólk við stórum vøddum ella tungari beinagrind kunnu hava høgt BMI uttan at vera ov feit. Men oftast er talan um ov nógv feitt í kroppinum, um BMI er oman fyri 25. Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum føri er týdningarmikið at økja vektina við sunnum kosti og rørslu. Vigar ein ov nógv, økist váðin fyri sjúku, til dømis sukursjúku, ov høgum blóðtrýsti og hjartasjúkum. Neyðugt at hava eitt sindur av feitti á kroppinum. Hjá mannfólki skal 10 % til 20 % av kropsvektini helst vera feitt. Hjá konufólki er tað 18 % til 25 %. Ein av møguleikunum at finna út av, um ein er yvirvektigur, er tann sonevndi BMI-prøvin. BMI sigur nakað um lutfallið millum tína vekt og hædd. BMI-roknarin gevur tær møguleika at vita, um tú ert ov feit(ur) ella ikki. Sjálvandi eru vit menniskju ymiskt uppbygd; tískil er talan um eina vissa margin, sum títt BMI kann liggja innanfyri. Um man vigar ov nógv, kann tað hava við sær ymsar sjúkur, so sum sukursjúku, hjartasjúkur, krabbamein og ov høgt blóðtrýst.

Støðan í Føroyum og Norðurlondum[rætta | rætta wikitekst]

Í fólkaheilsukanningum í 2006 og 2007 varð m.a. spurt um vekt og hædd. Miðal BMI í kanningunum var fyri menn 27,1 og fyri konufólk 25,7. Kanningarnar vísa, at fólk í miðalstórum og smáum bygdum vanliga hava eitt hægri BMI enn tey, ið búgva í býum (yvir 150 íbúgvum). Og at fólk við teimum hægstu inntøkunum vanliga hava hægst BMI [2]. Kanning, sum Gigni hevur gjørt, vísir, at BMI hjá 28 % av næmingum í 7. flokki er ov høgt. Kanning av 9. floks næmingum í Føroyum frá 2010/2011 vísir, at ein triðingur av næmingunum hava ein ella fleiri risikofaktorar, sum kunnu føra til týpu 2 diabetes. Harafturat vísir kanningin, at 37 % av næmingunum hava ættarbregði til diabetes í fyrsta ella øðrum liði. Ein triðingur rørir seg minni enn 60 minuttir um dagin, sum danska heilsustýrið tilmælir. Ein triðingur hevur ov høgt BMI, og afturat hesum var miðjumátið ov stórt hjá einum fjórðingi av børnunum. Hesar báðar kanningar geva eina ábending um, at lívsstílurin hjá børnum og ungum í Føroyum kann hava skaðiliga ávirkan á teirra heilsu. Kanningar vísa, at lívsstílurin, sum ein hevur sum barn ella ungur, ofta er tann sami, tá ein verður vaksin [3].

Í heilsulýsingini hjá Landslæknanum eru tøl fyri sjálvfráboðað BMI hjá monnum og kvinnum í Norðurlondum. Tølini eru ikki nýggj, men í 2009 er BMI hjá føroyskum monnum næsthægst í Norðurlondum. Uppgerðin vísir, at 22 % av føroyskum monnum hava eitt BMI, sum er yvir 30. Íslendskir menn eru feitast, tí har hava 23 % av monnunum eitt BMI yvir 30. Klænast eru norskir menn, har 11 % av monnunum hava eitt BMI yvir 30 og danskir menn, har 12 % av monnunum hava eitt BMI yvir 30. Annars hava 19 % av grønlendskum monnum eitt BMI yvir 30, 16 % av finsku monnum og 13 % av svenskum monnum hava eitt BMI yvir 30. Uppgerðin vísir, at 16 % av føroyskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30. Hinvegin eru grønlendskar kvinnur nógv feitast, har hava 27 % av kvinnunum eitt BMI yvir 30. Best stendur til í Noregi, har bara 8 % av kvinnunum hava eitt BMI yvir 30 og í Danmark hava 11 % av kvinnunum eitt BMI yvir 30. Annars hava 16 % av finskum kvinnum eitt BMI yvir 30, 19 % av íslendskum kvinnum og 13 % av svenskum kvinnum hava eitt BMI yvir 30 [4].


Talva[rætta | rætta wikitekst]

Eitt BMI á 18,5 til 24,9 verður mett at vera vanlig vekt, men er tann, sum hevur eitt BMI undir 18,5, er ov rak. Hinvegin er tað ov nógv at hava eitt BMI ímillum 25 og 30 og tann, sum hevur eitt BMI yvir 30, er feitur. Roknað verður við, at vanlig menniskju hava BMI ímillum 18,5 og 24,9. Ov høgt BMI er í sær sjálvum ein vandi; hevur tú BMI millum 40 og 44,9, er vandi fyri lívi og heilsu.

Bólkur BMI [kg/m²]
vigar í minna lagi < 18,5
vektin er í lagi 18,5 til 24,9
vigar í meira lagi 25 til 29,9
feit(ur) 30 til 34,9
ovurfeit(ur) 35 til 39,9
vandi > 40

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/rankorder/2228rank.html Archived 2017-10-10 at the Wayback Machine CIA World Factbook. Heintað 28. nov. 2014.
  2. http://xhmr.sansir.net/get.file?ID=2845
  3. "Archive copy". http://www.gigni.fo/Index.asp?pID=48C3E405-4E84-46D5-8EB8-94A8F70EF707. Heintað 2014-02-27. 
  4. "Archive copy". http://www.in.fo/news-detail/news/foeroyskir-menn-naestfeitast-i-nordurlondum/. Heintað 2014-02-27.