Bárður Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bárður Hansen tá hann spældi dyst fyri Víking móti FC Suðuroy í 2010.

Bárður Hansen (føddur 13. mars 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari. Bárður spælir við Víkingi í Vodafonedeildini[1] og á U19 landsliðnum hjá Føroyum.[2] Bárður leikti sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í Vodafonedeildini í 2008 bert 16 ára gamal. Liðið hjá honum vann Løgmanssteypið í 2009. Í 2010 leikti Víkingur tveir dystir í Europa League móti turkiska liðnum Beşiktaş. Bárður leikti báðir dystirnir.[3]

Altjóða dystir fyri feløg[rætta | rætta wikitekst]

Bárður spældi tveir altjóða dystir fyri feløg í 2012, tað var móti Gomel. Gomel vann 6-0 og 4-0.[4] Í 2010 spældi hann tveir dystir móti turkiska felagnum Besiktas.

Ungdómslandsliðsleikari[rætta | rætta wikitekst]

Báður Hansen hevur leikt við fleiri føroyskum ungdómslandsliðum.

U15[rætta | rætta wikitekst]

Í 2006 spældi hann við U15 í kappingini Aberdeen International Football Festival. Føroyar U15 vann kappingina fyri bólkin Dreingir U16.[5]

U17[rætta | rætta wikitekst]

Í 2008 leikti Bárður 3 dystir við U17 landsliðnum og í 2009 og 2010 leikti hann 5 dystir við U19 hjá Føroyum. U19 liðið sum Bárður leikti við endaði sum nummar 3 av 4 liðum. Serbia vann bólkin við 9 stigum, Grikkaland gjørdist nummar tvey við 6 stigum, Føroyar nummar 3 við 3 stigum og Hvítarussland nummar 4 somuleiðis við 3 stigum.[6]

U19[rætta | rætta wikitekst]

Bárður hevur spælt 5 dystir við U19 landsliðnum hjá Føroyum.

U21[rætta | rætta wikitekst]

Í 2012 spældi hann við U21 landsliðnum móti Danmark í innleiðandi umfari hin 15. august 2012. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Bárður spældi inni allan dystin.[7]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sportal.fo, Bárður Hansen skrivað nýggjan sáttmála við Víking.
  2. Dimma.fo, U19 til Serbia.[deyð leinkja]
  3. UEFA.com
  4. uk.uefa.com Under21[deyð leinkja]
  5. Football.fo, Mál: U15 og U17-landsliðini til AIFF 2006
  6. UEFA.com, UEFA Under19 Championship, Bardur Hansen.
  7. UEFA.com

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið