Anna Falkenberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Anna Falkenberg
Fólkatingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
1. november 2022
Undanmaður Edmund Joensen
Valdømi Føroyar
Persónlig kunning
Fødd(ur) 4. januar 1996
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Skyldfólk Edmund Joensen (abbi)
Alma mater Universitetið í Keypmannahavn

Anna Lovisa Falkenberg (fødd 4. januar 1996 á Oyri) er føroyskur stjórnmálafrøðingur og politikari frá Sambandsflokkinum.[1]

Anna er útbúgvin stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.) frá Universitetinum í Keypmannahavn (2016-2022). Hóast ungan aldur, hevur hon drúgvar royndir innan politiskt arbeiði. Hon hevur verið forkvinna í ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri ung[2], og eisini hevur hon starvast í danska heilsu- og eldramálaráðnum. Seinastu árini (2019-2022) hevur hon starvast sum politiskur ráðgevi hjá Edmundi Joensen á Fólkatingi.[3][4]

Sambandsflokkurin við Onnu Falkenberg á odda gjørdist størsti flokkur á fólkatingsvalinum hin 31. oktober 2022. Flokkurin fekk 30 prosent av atkvøðunum, 8.198 atkvøður,[5] meðan Anna fekk 2.973 persónligar atkvøður, tá hon varð vald í annan sessin á Christiansborg.[6][7][8][9] Sum nývaldur limur í danska Fólkatinginum tók hon sæti í uttanríkispolitisku nevndini.[10]

Anna er abbadóttir Edmund Joensen, sum í fleiri umførum varð valdur á Fólkating.[11]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]