Ungmannafelagið Samband

Endamálið
[rætta | rætta wikitekst]Ungmannafelagið Samband, tó í dagligari talu "Unga Samband," er ungmannafelag Sambandsfloksins. Ungmannafelagið er grundað á somu grundvirði, eins og móðurflokkurin, tó er ungmannafelagið politiskt óheft av móðuflokkinum. Ungmannafelagið er umboðað í starvsnevndini og landsnevndini hjá Sambandsflokkinum, og er hetta við tí í hyggju, at sjónarmið ungdómsins eru við til at mynda tann politikkin, ið førdur verður í flokkinum. Hetta er beinleiðis í tráð við endamálsorðingina, ið stendur í viðtøkum felagsins:
"Endamálið hjá Ungmannafelagnum Samband er at fáa sambandssinnaðan ungdóm at gerast ein virkin partur av politikki Sambandsfloksins"[1]
Politikkurin
[rætta | rætta wikitekst]Ungmannafelagið Samband ynskir eins og Sambandsflokkurin at virka fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi, har støðugt verður miðja eftir at menna og nútímansgera samstarvið landanna millum í ríkisfelagsskapinum. Eins og móðurflokkurin, so er Ungmannafelagið Samband grundað á somu politisku sosial-liberalu grundvirði, har politiska visjónin er:
"Politiska visjónin hjá Sambandsflokkinum skal tryggja, at allir borgarar í landinum fáa tær tænastu og ta hjálp teimum tørvar og gerast nøgdir borgarar. Harafturat skal vinnan fáa greiðar og mennandi karmar at virka undir"[2]
Ungmannafelagið Samband er limur í Nordens Liberale Ungdom (NLU), ið er ein felagsskapur fyri liberalu ungmannafeløgini í Norðanlondum.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Hóast Sambandsflokkurin er millum elstu flokkar í Føroyum, stovnað í 1906, so varð stig ikki tikið til at seta á stovn eitt ungmannafelag hjá flokkinum, áðrenn ein arbeiðsbólkur varð settur tann 4. oktober 1979. Ungmannafelagið hjá Sambandsflokkinum sá dagsins ljós á einum fundi á Hotel Hafnia í Tórshavn tann 16. januar 1980, og gjørdist Snorri Haldórsson fyrsti formaður felagsins.
| Upplýsingar um Ungmannafelagið Samband | |
|---|---|
| Formaður | Áki Stenberg |
| Móðurflokkur | Sambandsflokkkurin. |
| Politisk hugsjón | Sosial-liberalisma |
| Høvuðsskrivstova | Áarvegur 2, Tórshavn |
Nevndin
[rætta | rætta wikitekst]Nevndin í 2025 er hendan:
- Áki Stenberg, formaður
- Halla Herdalur Poulsen, næstforkvinna
- Alvi Jespersen, kassameistari
- Birgir Ferjá Heldarskarð, skrivari
- Sigmar ovason Nysted, nevndarlimur
- Johanna Damgaard Mittún, nevndarlimur
- Rasmus Son Mørkøre, nevndarlimur
- Malena Gleðisheygg Joensen, nevndarlimur
- Elmar í Frammistovu, nevndarlimur