Anker Jørgensen

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Anker Jørgensen
Forsætisráðharri Danmarkar
Í embæti
5. oktober 1972 – 19. desember 1973
Monarkur Margrethe II
Undanmaður Jens Otto Krag
Eftirmaður Poul Hartling
Í embæti
13. februar 1975 – 10. september 1982
Monarkur Margrethe II
Undanmaður Poul Hartling
Eftirmaður Poul Schlüter
Persónlig kunning
Fødd(ur) Anker Henrik Jørgensen
(1922-07-13)13. juli 1922
Keypmannahavn
Andaðist 20. mars 2016(2016-03-20) (aldur 93)
Keypmannahavn
Politiskur flokkur Socialdemokraterne
Hjúnafelagi(ar) Ingrid Pedersen (g.1948-1997; til hon doyði)
Børn 4

Anker Henrik Jørgensen (føddur 13. juli 1922 í Keypmannahavn, deyður 20. mars 2016 í Keypmannahavn) var ein danskur sosialdemokratiskur politikari, sum var forsætisráðharri Danmarkar frá 1972 til 1973 og frá 1975 til 1982.

Anker Jørgensen hevði verið virkin innan fakfelagsvirksemi síðan 1950, tá ið hann gjørdist lokalpolitikari í Keypmannahavn 1961-1964, hann var fólkatingslimur 1964-1994 og formaður fyri Socialdemokraterne 1972-1987. Hann var síðan forsætisráðharri 1972-1973 og 1975-1982 og uttanríkisráðharri eitt stutt skifti í 1978.

Lív[rætta | rætta wikitekst]

Anker Henrik Jørgensen varð føddur 13. juli 1922 í Keypmannahavn. Hann var sonur vognstjóran Johannes Albert Jørgensen og vaskikonu Karen Marie Jørgensen. Pápin doyði, tá hann var tvey ára gamal (1924), og mamman, tá hann var fimm ára gamal (1928); bæði foreldrini doyðu av tuberklasjúkuni. Hann vaks upp hjá fastur síni, Karla Marie Sofie Jacobsen (f.1890 – d.1975), ið var tubbaksarbeiðari, og manni hennara, ið var bilførari á Christianshavn.

Anker varð settur í Det Kongelige Opfostringshus og gekk í skúla til 7. flokk. Síðan var hann arbeiðsdrongur, boðdrongur og goymslumaður á pappírsgoymsluni hjá FDB í Njalsgade á Islands Brygge, bert avbrotið av hertænastuni. Hann tók preliminerprógv á kvøldskúla í 1949.

Privat[rætta | rætta wikitekst]

Hann giftist í 1948 við Ingrid Kvist Pedersen (fødd 1922 – deyð 1997), hon var dóttir arbeiðsformannin Søren Pedersen og Krestine Pedersen úr Pindstrup á Djursland. Hon doyði í 1997 av vøddasvinni (Amyotrofisk lateral sklerose), og síðan tá var Anker Jørgensen virkin við at stuðla Muskelsvindfonden.

Ingrid og Anker Jørgensen fingu fýra børn (millum annað Peter Kvist Jørgensen), og parið búði alt lívið í Sydhavnen. Í 2008 flutti Anker Jørgensen á røktarheimið Plejebo[1] frá íbúðini á Borgbjergsvej nr. 1, har fleiri ríkisleiðarar hava vitjað á 3. hædd til vinstru. Sjálvt meðan hann var forsætisráðharri, segði hann nei takk til at búgva á Marienborg, men bleiv í staðin búgvandi í íbúðini í Sydhavnen. Anker Jørgensen andaðist stillisliga hin 20. mars 2016 við sínum nærmastu rundan um seg.[2] 2. apríl fór hann úr Grundtvigs Kirke á Bispebjerg og varð jarðaður í somu grøv, har ið kona hansara lá grivin á Vestre Kirkegård.

Politisk lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Anker Jørgensen fór tann 26. oktober 2008 úr Sydhavnen fyri síðstu ferð, eftir at hava búð í arbeiðaragrannalagnum í 49 ár.

Anker Jørgensen fór ígjøgnum tey vanligu liðini hjá sosialdemokratunum í DUI og DSU og gjørdist tíðliga politiskt virkin. Í 1950 gjørdist hann næstformaður í Lager- og Pakhusarbejdernes Forbund, í 1956 gjørdist hann formaður. Í 1962 gjørdist hann formaður fyri Transportgruppen og í 1968 formaður fyri Dansk Arbejdsmands- og Specialarbejderforbund, sum seinni bleiv til SID (Specialarbejderforbundet i Danmark).

Hann var limur í Københavns Borgerrepræsentation tíðarskeiðið 1961-64 og varð í 1964 valdur í Fólkatingið, har hann var á vinstravonginum hjá Sosialdemokratunum.

Anker Jørgensen var formaður fyri Socialdemokraterne frá 1972 til 1987, tá ið Svend Auken avloysti hann.

Tvær ferðir (1986 og 1991) var hann forseti fyri Norðurlandaráðið.

Í stjórnartíðini hjá Anker Jørgensens varð Lønmodtagernes Dyrtidsfond settur á stovn og eftirlønin varð innførd, eins og Anker Jørgensen sjálvur legði stóran dent á endursamráðingarnar við A.P. Møller um partin hjá ríkinum frá oljuinntøkunum úr Norðsjónum.

Anker Jørgensen vitjaði í 1990 Irak og einaræðisharran Saddam Hussein, ið brúkti Anker til at vísa umheiminum, at hann ikki ynskti at skaða danskar gíslar, og síðan vóru gíslarnir leyslatnir. Seinni vildi Anker ikki úttala seg um Flógvakríggið.

Anker varð eitt nú kendur sum "Jern-Anker" (eftir tekningum hjá Bo Bojesen).

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Anker er flyttet på plejehjem, Politiken, 12. november 2008
  2. Pressemeddelelse fra Socialdemokratiet
  3. "PH-Prisen" (in Danish). Litteraturpriser.dk. http://www.litteraturpriser.dk/divkult.htm#PH. Heintað 2 April 2016. 
  4. "Drassows Legat" (in Danish). Litteraturpriser.dk. http://www.litteraturpriser.dk/df.htm#Drassow. Heintað 2 April 2016. 
  5. Rude, Mette Marie (21 November 2007). "Årets Jytte-pris uddelt" (in Danish). B.dk. http://www.b.dk/kultur/aarets-jytte-pris-uddelt. Heintað 2 April 2016. 
  6. Poulsen, Jan Opstrup (1 May 2007). "Diverse kunstnere De Største Er De Små – Sange Til Anker" (in Danish). Gaffa.dk. http://gaffa.dk/anmeldelse/26360. Heintað 2 April 2016. 
  7. Anker blev Årets Københavner – iBYEN.dk


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið