Kjak:Anker Jørgensen

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Viðmerking til "persónsboksina": Kann man trúgva upp á donsku fólkakirkjuna? Benadikt (kjak) 13. mai 2016 kl. 21:32 (UTC)[reply]

Nei, men man kann hoyra til donsku fólkakirkjuna. Hvat heldur tú skuldi staðið har í staðin? Tú ert vælkomin at rætta. Á ensku síðuni stendur "Lutheran", og tá ið trýst verður á leinki, so førir tað til greinina um Church of Denmark. Skuldi tað heldur staðið lutherskur, protestantur ella hvat heldur tú? --EileenSanda (kjak) 14. mai 2016 kl. 06:21 (UTC)[reply]
Eg veit ikki rættiliga. Tað eru nógvar upplýsingar á ensku wikiini, sum ikki eru egnaðar til "orð-fyri-orð-umseting". Danska wikian hevur onki um hatta, og eg haldi hatta er ein rættiliga óviðkomandi upplýsing um Anker, so eg hevði bara koyrt tað burtur. Men sjálvandi kann tað hava týdning at upplýsa religión um aðrar persónar. Sjálvt um mær best dámar stuttar setningar, so hevði eg heldur skrivað "Limur í donsku fólkakirkjuni" enn bara "Danska fólkakirkjan", eg haldi tað ljóðar meira "neutralt" um ein, sum ikki er serliga aktivur í religión. Benadikt (kjak) 14. mai 2016 kl. 13:13 (UTC)[reply]
Í infoboksini er føðingardagurin uppgivin beint við punktum í raðtalinum, men deyðsdagurin er uppgivin skeivt uttan punktum. Benadikt (kjak) 14. mai 2016 kl. 13:17 (UTC)[reply]
Eg havi tikið hatta um fólkakirkjuna burtur. Eg havi nú rættað Fyrimynd:Death date and age og sett punktum inn, eg dugdi tað ikki áður, men fann úav tí nú. Vh. --EileenSanda (kjak) 14. mai 2016 kl. 16:46 (UTC)[reply]
Fínt. Ja, eg síggi, at við hvørt er automatikkurin í skabelónunum í lagi, við hvørt ikki, og at tað sær út til at ganga betur og betur við teimum. Benadikt (kjak) 14. mai 2016 kl. 21:02 (UTC)[reply]