Jump to content

Erna Solberg

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. nov 2022 kl. 17:24 av HerVal7752 (kjak | íkøst) ({{Forsætisráðharrar Noregs eftir 1945}})
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)
Erna Solberg, 2011.

Erna Solberg (fødd 24. februar 1961 í Bergen) er norskur politikari og forkvinna í Høgraflokkinum.[1] Hon var forsætisráðharri í Noregi 2013–2021. Solberg hevur verið floksleiðari í Høgra síðan 2004, og hevur verið vald inn á Stórtingið fyri Hordaland síðan 1989.[2] Í 2005 gjørdist hon eisini tingsleiðari fyri Høgra í Stórtinginum. Erna var forkvinna í Høyrekvinners Landsforbund 1993–1994, kvinnupolitiskur leiðari í Høgra 1994–1998, kommunu- og fylkismálaráðharri 2001–2005 og 1. varaformaður í Høgra 2002–2004. Á stórtingsvalinum í september 2013 vann flokkur hennara valið við 26,8% av atkvøðunum. Borgarligi vongurin vann eisini valið við 96 tingsessum.[3] Hin 16. oktober 2013 gjørdist hon forsætisráðharri Noregs, tá hon skipaði stjórn, sum er ein minnilutasamgonga millum Høgra og Framburðsflokkurin.

  1. "Erna Solberg". Høyre.no. https://hoyre.no/personprofiler/erna-solberg/. 
  2. "Solberg, Erna (1961-)". Stortinget.no. https://www.stortinget.no/no/Representanter-og-komiteer/Representantene/Representant/?perid=ES&tab=Biography#secondaryfilter. 
  3. "Noreg: Erna Solberg vann valið". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 13. september 2013. https://web.archive.org/web/20130913202622/http://aktuelt.fo/grein/midflokkarnir_sita_vi_lyklinum. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið