Høgri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høgris hús í Oslo.

Høgri (bókmál: Høyre; nýnorskt: Høgre), stutt H, er ein politiskur flokkur í Noregi. Høgri varð formliga stovnaður í 1884 og er ein konservativur og borgarligur flokkur. Ungdómsflokkurin hjá Høgra eitur Ungi Høgri (bókmál: Unge Høyre, nýnorskt: Unge Høgre). Í 2004 gjørdist Erna Solberg leiðari.

Norskir forsætisráðharrar úr Høgra hava verið advokatur Christian Schweigaard (1884), advokatur Emil Stang (1889–1891 og 1893–1895), professari Francis Hagerup (1895–1898 og 1903–1905), hermaður Jens Bratlie (1912–1913), advokatur Otto B. Halvorsen (1920–1921 og 1923), keypmaður Ivar Lykke (1926–1928), løgfrøðingur John Lyng (1963), búskaparfrøðingur Kåre Willoch (1981–1986), løgfrøðingur Jan P. Syse (1989–1990) og stjórnmálafrøðingur Erna Solberg (2013–).

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið