Stórtingsvalið 2013

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Stórtingsvalið 2013
Noreg
2009 ←
9. september 2013
Stórtingslimir valdir í 2013
→ 2017

Atkvøtt verður um 169 pláss í Stórtinginum.
85 tingsessir fyri ein meiriluta
  Størsti flokkur Næststørsti flokkur Triðstørsti flokkur
  Jens Stoltenberg Erna Solberg Siv Jensen
Formaður Jens Stoltenberg Erna Solberg Siv Jensen
Flokkur Arbeiðaraflokkurin (Ap) Høgri (H) Framburðsflokkurin (FrP)
Samstarv Ap/Sp/SV H/FrP/V/KrF H/FrP/V/KrF
Sessir vunnir 55 48 29
Broyting í tingsessum -9 +18 -12
Atkvøður 874,769 760,232 463,560
Prosent 30.8% 26.8% 16.3%

  Fjórðstørsti flokkur Fimtstørsti flokkur Sættstørsti flokkur
  Knut Arild Hareide Liv Signe Navarsete Trine Skei Grande
Formaður Knut Arild Hareide Liv Signe Navarsete Trine Skei Grande
Flokkur Kristiligi Fólkaflokkurin (KrF) Miðflokkurin (Sp) Venstre (Noreg)
Samstarv H/FrP/V/KrF Ap/Sp/SV H/FrP/V/KrF
Tingsessir vunnir 10 10 9
Broyting í tali av tingsessum - -1 +7
Atkvøður 158,475 155,357 148,275
Prosent 5.6% 5.5% 5.2%

  Sjeyndistørsti flokkur Ottandastørsti flokkur
  Audun Lystbakken
Formaður Audun Lystbakken Hanna E. Marcussen
Flokkur Sosialistiski Vinstraflokkurin (SV) Tey Grønu (MDG)
Samstarv Ap/Sp/SV Einki
Tingsessir vunnir 7 1
Broyting í tali av tingsessum -4 +1
Atkvøður 116,021 79,152
Prosent 4.1% 2.8%

Sitandi forsætisráðharri

Jens Stoltenberg
Arbeiðaraflokkurin

Valdur forsætisráðharri

Erna Solberg
Høgri

Stórtingsvalið 2013 fór fram í Noregi 8. og 9. september 2013. Teir borgarligu flokkarnir vunnu stórtingsvalið í Norra í 2013. Høgraflokkurin og forkvinnan Erna Solberg vunnu 9. september norska stórtingsvalið móti Jens Stoltenberg og Arbeiðaraflokkinum. Høgraflokkurin fekk stóra framgongd á valinum, vann 18 sessir afturat og kom upp á 30 sessir í Stórtinginum. Saman við Framburðsflokkinum hjá Siv Jensen, sum annars hevði stóra afturgongd og misti 12 tingsessir, hevði Høgraflokkurin 77 tingsessir. Arbeiðaraflokkurin misti 9 tingsessir og fekk 55 limir.

Smærru flokkarnir Kristiligi Fólkaflokkurin og Venstre fingu ávikavist 10 og 9 tingsessir, og báðir flokkarnir høvdu ført valstríð upp á eitt stjórnarskifti. 30. september boðaðu teir báðir flokkarnir so frá, at teir stuðlaðu eini minnilutastjórn hjá Ernu Solberg uttan at krevja nakrar ráðharrasessir til sín sjálvs.

Sostatt kundi Erna Solberg sum væntað skipa nýggja stjórn, so skjótt sum Jens Stoltenberg hevði lagt frá sær, og tað gjørdi hann í oktober. Endaliga úrslitið av norska stórtingsvalinum var, at Arbeiderpartiet fekk 30,8% og 55 tingsessir. Høyre fekk 26,8% og 48 sessir, Fremskrittspartiet fekk 16,3% og 29 sessir, Kristelig Folkeparti fekk 5,6% og 10 sessir, Senterpartiet fekk 5,5% og 10 sessir, Venstre fekk 5,2% og 9 sessir, Sosialistisk Venstreparti fekk 4,1% og 7 sessir, og De Grønne fekk 2,8% og 1 tingsess. Hetta var fyrstu ferð, at Grøni flokkurin kom í Stórtingið.