Jump to content

Jonas Gahr Støre

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jonas Gahr Støre
Forsætisráðharri 2021–
Persónlig kunning
Fødd(ur) 25. august 1960
Politiskur flokkur Arbeiðaraflokkurin

Jonas Gahr Støre (fødd 25. august 1960) er ein norskur politikari. Hann er forsætisráðharri í Noregi siðan 2021, og leiðari av Arbeiðaraflokkurinum siðan 14. juni 2014.

Støre varð føddur í Oslo, og er sonur av Ulf Jonas Støre og Unni Gahr.[1] Hann gjørdist studentur frá Institut d'études politiques de Paris í Fraklandi frá 1981 til 1985.[2] Frá 1986 til 1989 var hann doktorsnemi við Harvard Law School.

Støre var uttanríkisráðharri í stjórnunum Jens Stoltenbergs 2. stjórn frá 17. oktober 2005 til 21. september 2012, og heilsumálaráðharri frá 21. september 2012 til 16. oktober 2013.[1] Hin 14. oktober 2021 varð Støre útnevndur til forsætisráðharri í Noregi.

  1. 1 2 "Jonas Gahr Støre". Stortinget.no. https://www.stortinget.no/no/Representanter-og-komiteer/Representantene/Representant/?perid=jgs.
  2. "Jonas Gahr Støre", Arbeiderpartiet (in Norwegian Bokmål), retrieved 2022-09-24