Jump to content

Kim Hansen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 12. okt 2014 kl. 16:16 av EileenSanda (kjak | íkøst) (Slóðir úteftir)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Kim Hansen er uppvaksin í Nólsoy. Hann lærdi seg á ungum árum at spæla tangentar og er síðani vorðin kendur í Føroyum fyri at syngja, spæla klaver og keyboard. Hann smíðar løg sjálvur, men framførir eisini løg hjá øðrum.

Kim byrjaði sum fólkatónleikari við Spælimonnunum í Nólsoy. Nakað seinni var hann tónleikari til fleiri studentakabarettir í sjónleikarhúsinum, eins og hann spældi við m.a. Ingun Simonsen Band og øðrum bólkum í Havn. Aftaná á tónleikaháskúlan í Danmark í 1991, gav hann saman við bólkinum Jóanes & Co í 1992 út kasettubandið "Flúgvandi Hugskot", har tey flestu helst kenna lagið "Maria". Kim gjørdist av álvara kendur við bólkinum Moirae, sum vann Prix Føroyar í 1995. Bólkurin Moirae hevur tvær útgávur á baki: "Moirae", 1996 og "Sangir úr náttini", 1998. Aftaná Moirae var Kim sangari og klaverleikari í bólkinum Taxi í nøkur ár, sum eisini vann Prix Føroyar í 1999. Annars hevur Kim sitið aftan tangentarnar í sangleikum sum "Jesus & Makedonarin" og "Skeyk" 1997 eins og hann hevur skriva tónleik, lagt til rættis, lagt røddir og tónar til fleiri av føroysku útgávunum tey seinastu árini. Kim hevur eisini gjørt tónleik til sjónvarpsendingar og filmar, eins og hann hevur skriva tónleik til leikirnar "Elling & Kjell Bjarni" í 2004, "Momo" 2005, "Í Geyma" 2008. Kim hevur arbeitt sum tónleikari saman við m.a. Frændur, Terji Rasmussen:, Jens Lisberg, Eyðun Nolsøe, Chase, Brandur Enni, Eivør Pálsdóttir, Maggie Reilly, FR David, Russ Taff og Showmonnum.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]