Rasismugreinin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá 266b)
Jump to navigation Jump to search

§ 266 b í revsilógini, eisini kalla rasismugreinin eller mannamungreinin, er partur av kapittul 27 í revsilógini um Freds- og ærekrænkelser:

§ 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed.

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 stemmun fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferð tosa ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum[1][2]. Tað eru tó ikki bara tingfólk úr Miðflokkinum, ið hava verið ímóti at samtykkja grein 266b, tingfólk úr mestsum øllum flokkum hava verið ímóti. Dømi eru eisini um, at politikarar hava skift flokk, eftir at okkurt mál sum gongur ímóti teirra etisku virðum ella ímóti teirra sannføring, hevur verið fyri, og flokkurin hevur verið fyri. T.d. skifti Karsten Hansen flokk orsakað av hesum málinum. Hann varð valdur á ting fyri Tjóðveldi, men seinni skifti hann flokk og gjørdist limur í Miðflokkinum.

Atkvøðubýtið[rætta | rætta wikitekst]

Atkvøðubýti fyri § 266 b. í løgtinginum var[3]:

Tølini í talvuni niðanfyri eru ikki heilt røtt!

Flokkur Fyri Ímóti Blankt
Fólkaflokkurin 1 6 0
Sambandsflokkurin 5 2 0
Javnaðarflokkurin 4 2 (?) 0
Sjálvstýrisflokkurin 0 1 0
Tjóðveldisflokkurin 7 1 0
Miðflokkurin 0 2 0
Í alt 17 15 0

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Bill Justinussen - Tað fer ongantíð at henda.
  2. Egin Henriksen - Beinta Løve Jacobsen og aðrir Talibanar
  3. Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering"