Kjak:Rasismugreinin

Page contents not supported in other languages.
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Onkur burdi rættað hetta, ið hevur røttu býtingina av atkvøðum í samband við hetta málið. Sambært talvuni atkvøddi bert ein flokkur blankt, men samanlagt gevur hetta 4 blankar atkvøður? Minnist meg rætt vóru tað 17 atkvøður fyri og 15 ímóti. (skrivað hevur IP adressa 217.172.89.181)

Eg hevði gjarna vilja rætta tað, um eg visti tey røttu tølini (tað er ikki eg, ið hava skrivað hasi tølini), men rætt hevur tú, at har er okkurt sum ikki er rætt. Eg havi rætta 13 ímóti til 15 ímóti, men tølini í talvuni passa so ikki, tey geva bara 13. Tað vóru 32 løgtingslimir í 2005, og 17 og 15 gevur 32, so har kann ikki hava verið nøkur blonk atvkøða, øll hava tikið støðu antin fyri ella ímóti. Javnaðarflokkurin hevði 7 tinglimir, so tað um tey øll hava atkvøtt antin fyri ella ímóti, so kann tað ikki passa, at 4 atkvøddi fyri og 2 ímóti, tað gevur bara 6, mundu 3 javnaðarfólk atkvøða ímóti? Eg veit tíverri ikki, hvar ið man kann finna tey røttu tølini, eg fekk ikki hasa leinkjuna til heimasíðuna hjá Løgtinginum at rigga. Vh. EileenSanda (talk) 30. apr 2013 kl. 17:30 (UTC)[reply]