Łukasz Cieślewicz

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Łukasz Cieślewicz
Lukasz Cieslewicz 2012.jpg
Łukasz Cieślewicz við B36 í 2012.
Persónlig kunning
Føðingardagur (1987-11-15) 15. november 1987 (aldur 31)
FøðistaðurGniezno, Pólland
Hædd1.82
PlássÁlopsleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
B36
Nummar11
Ungdómsyrkisleið
–1999Mieszko Gniezno
1999–2003VB
2004–2006Brøndby
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2006–2008Brøndby0(0)
2008Hvidovre (lán)15(2)
2008–2010Hvidovre70(10)
2011–B36124(55)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 27. november 2015.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 27. november 2015

Łukasz Cieślewicz (føddur 15. november 1987 í Gniezno í Póllandi) er ein fótbóltsleikari, áleypsleikari, sum síðan 2011 hevur spælt við B36 í Effodeildini.[1] Hann hevur áður spælt við donsku fótbóltsfeløgunum Hvidovre (1. deild) og Brøndby, hann fekk tó ikki møguleikan at spæla við bestu donsku deildini, Superligaini. Sum barn búði Łukasz í Føroyum, í Vági, tí pápi hansara Robert Cieślewicz spældi við VB, pápin spældi eisini við VB, tá felagið vann sítt fyrsta og einasta føroyameistaraheiti í 2000. Łukasz spældi tey árini fótbólt við VB, og í 2002 vann hann meistaraheitið við dreingjaliðnum hjá VB.[2]

Fótbóltslívsleiðin[rætta | rætta wikitekst]

  • 2011- B36 (føroyameistari 2011, 2014 og 2015 við B36)
  • 2008-2011 Hvidovre
  • 2006-2008 Brøndby

Ársins leikari í Føroyum 2011 og 2015[rætta | rætta wikitekst]

Łukasz varð valdur til ársins fótbóltspælara í bestu føroysku fótbóltsdeildini í Føroyum í 2011 (Vodafonedeildini) og 2015 (Effodeildini).[3] Í 2011 var fyrsta árið, at hann spældi vaksnamannafótbólt í Føroyum. Hann spældi við B36, og teir vunnu føroyameistaraheitið (FM). Łukasz skoraði 17 mál fyri B36 í FM kappingini og gjørdist nummar trý á toppskoraralistanum. Finnur Justinussen úr Víkingi vann gylta skógvin við 21 málum og Klæmint Olsen var nummar tvey við 18 málum.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]