Finnur Justinussen
Finnur Justinussen (føddur 30. mars 1989) er føroyskur fótbóltsleikari, sum spælir við Víkingi. Í 2012 spældi hann við Jönköpings Södra IF í Svøríki. Jønkøping Sødra kappast í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Superrettan. Finnur var fyrsti føroyingur, sum hevur spælt professionellan fótbólt í Svøríki (professionelt tvs. í bestu ella næstbestu fótbóltsdeildini). Finnur er áleypari, hann hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tað var í 2009 og 2011, tá leikti hann fyri Víking. Hann hevur eisini spælt fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Hann spældi 8 dystir fyri U21 Føroyar,[1] sum samanlagt fekk 11 stig og var fyrsta føroyska landsliðið sum fekk tvísiffrað stigatal í altjóða UEFA kapping. Finnur leikti tveir altjóða dystir fyri Víking í 2010, tað var móti turkiska liðnum Besiktas.[2] Finnur var til royndarvenjing í Svøríki í oktober 2009 við Gefle, sum tá spældi í bestu svensku fótbóltsdeildini. Ongin sáttmáli spurdist tó buturúr, men í 2011 eydnaðist tað honum at fáa sáttmála við Jönköpings Södra IF. Í 2013 kom hann aftur til Føroya og spælir nú aftur við Víkingi.
Ársins Stjørnuskot 2009 og Toppskjútti í bestu fótbóltsdeildini 2009 og 2011
[rætta | rætta wikitekst]Finnur Justinussen fekk heiðurin "Ársins Stjørnuskot 2009", tá Sosialurin skipaði fyri árligu gallaveitsluni, har bestu fótbóltsleikarir og onnur innan føroyska fótbóltin verða heiðraði eftir at fótbóltsárið er komið at enda.[3] Finnur Justinussen varð toppskjútti í meistaradeildini í 2009 við 19 málum.[4] Í 2011 er Finnur Justinussen aftur toppskjútti í Vodafonedeildini. Hann vann gylta skógvin, sum hann fekk handaðan á samkomu á matstovuni Hvonn í Havn.[5] Hann hevur skorað 21 mál í 26 dystum, tað er í meðal 0,81 mál fyri hvønn spældan dyst.[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ UEFA.com[deyð leinkja]
- ↑ Uefa.com, UEFA Europe League, Finnur Justinussen.[deyð leinkja]
- ↑ Sportal.fo, Finnur er stjørnuskotið
- ↑ Faroesoccer.com (vel "Mál".
- ↑ Sportal.fo, Rannvá og Finnur fingu gyltu skógvarnar[deyð leinkja]
- ↑ FaroeSoccer.com, sí "Mál".