Ólafur Ragnar Grímsson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ólafur Ragnar Grímsson (2010)

Doktor Ólafur Ragnar Grímsson, føddur 14. mai 1943 í Ísafirði í Íslandi, er íslendskur politikari og fyrrverandi forseti Íslands. Hann varð valdur í 1996-2016, og hevur metið sum tann forsetin í Íslandi, ið hevur vunnið flest forsetaval, og verið longst virkandi forseti.

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Ólafur er føddur í Ísafirði í 1943, sonur ein hárskera og eina heimagangandi húsmóðir. Í 1974 giftist hann Guðrún Katrín Þorbergsdóttir, og eitt ár seinni fingu tey tvíburadøtur. Døtur teirra eita Guðrún Tinna og Svanhildur Dalla.[1]

Kona Ólafs doyði av leukemi í 1998. Hon var sera væl dámd, og tjóðarsorg var tá tíðindi um deyða hennara bórust.

Dorrit Moussaieff (2012)

Á 60 ára føðingardegi sínum í 2003, giftist Ólavur Dorrit Moussaieff[2], sum var ísraelsk, men hevði búð stóran part av lívi sínum í Englandi. Hon fekk íslenskan ríkisborgaraskap í 2006. Dorrit er kend fyri at hava sagt, í beinleiðis sending, í íslenska kringvarpinum: "Ísland er ekki lítið land. Ísland er stórasta land í heimi"[3], á føroyskum, "Ísland er ikki eitt lítið land, men heimsins stórasta land". Ein málvilla sum íslendingar javnan endurtaka í vinarligum skemti sín ímillum.

Lívsleið innan politikk[rætta | rætta wikitekst]

Ólafur sat í stjórn íslenska Framsóknarflokksins frá 1967 - 1974, men sleit seg burtur frá flokkinum í 1974, og fór upp í flokkin Samtök frjálslyndra og vinstri manna. Har var umboð til flokkurin gavst í 1976. Frá 1977 - 1996 umboðaði Ólafur flokkin Alþýðubandalagið, millum annað sum fíggjamálaráðharri frá 1988 - 1991, og í 1996 varð hann valdur til forseta fyri fyrstu ferð.

Forseti Íslands[rætta | rætta wikitekst]

Ólafur er fyrsti forseti í søgu Íslands, sum hevur noktað at skrivað undir og góðkent lógir sum altingið hevur lagt fram fyri hann. Hetta hendi í 2004. Um so kemur fyri, at ein forseti noktar, skal, eftir lógini, ein fólkaatkvøða setast í verk, men tað hendi ikki, tá altingið tók lógaruppskotið aftur áðrenn fólkaatkvøðan skuldi setast í verk.

Íslenska tjóðin fanst hvassliga at forsetanum í 2008, aftaná stuðul hansara við íslenskar fyritøkur á alheimsmarkaðinum, og samband hansara og vinskap við teir ríku handilsmennirnar, ið vórðu orsøk til fíggjarkreppuna.

Noktan av miðla lógaruppskotinum í 2004[rætta | rætta wikitekst]

Ólafur noktaði at skriva undir lógaruppskot um tingstýrt eftirlit við teimum íslensku fjølmiðlunum. Lógaruppskotið var tikið aftur áðrenn tað kom til fólkaatkvøðu. Ein onnur líknandi lóg varð tó góðtikin í 2011.[4]

Hjartaskurðviðgerð í 2008[rætta | rætta wikitekst]

Í oktober 2008, varð forsetin lagdur undir hjartaskurðviðgerð.[5] Tjóðin frætti ikki um skurðviðgerðina fyrr enn nakrar dagar seinni. Í fráveru forsetans, hevur forsetismálaráðharrin vald hansara sambært lógum Íslands.

Fundur við sendiharrar í Norðurlondum 2008[rætta | rætta wikitekst]

Í november 2008, varð hildin fundur millum forsetan og sendiharrar í Norðurlondum. Sæmbart skrivi, sum lak til fjølmiðlarnar, var forsetin sera hart orðaður, og fanst at Norðurlondunum fyri ikki at hava hjálpt Íslandi í fíggjakreppuni.

Geir H. Haarde biður um lov til at siga upp starvi[rætta | rætta wikitekst]

Geir H. Haarde, táverandi forsetismálaráðharri, bað um loyvi, í januar 2009, til at siga seg úr starvi, vegna atfinningar tjóðarinnar, um leiðslu hansara í fíggjarkreppuni. Forsetin játtaði, og virkaði Jóhanna Sigurðardóttir sum forsetismálaráðharri, til næsta val sum var 26. apríl sama ár.

Miðlaatfinningar[rætta | rætta wikitekst]

Í nýggjárstalu síni í 2012, boðaði Ólafur frá at hann ikki stillaði upp aftur til forsetaval sama ár, men ætlaði at venda sær til onnur størv. Hann noktaði at geva meira innlit í avgerð sína tá miðlarnir spurdu.

Íslenska tjóðin byrjaði undirskriftasamling, til at heita á forsetan at stilla uppaftur, og savnaðurst 30.000 undirskriftir. Á fjølmiðlafundi í endanum á februar, segðist Ólafur umhugsa at stilla upp, og boðaði endanliga frá at hann stillaði upp í mars mánaði 2012. Ólafur vann forsetavalið við 52% av atkvøðunum[6], og varð fyrsti forseti Íslands at sita 5 skeið sum forseti. Eingin forseti í Íslandi hevur sitið meira enn 4 skeið.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. "Archive copy". http://english.forseti.is/ThePresidentofIceland/OlafurRagnarGrimsson/. Heintað 2014-12-18. 
  2. "Archive copy". http://english.forseti.is/TheFirstLady/DorritMoussaieff/. Heintað 2014-12-18. 
  3. http://www.visir.is/island-er-storasta-land-i-heimi/article/2008695803619
  4. "Archive copy". http://www.icenews.is/2011/04/16/22809/. Heintað 2014-12-18. 
  5. "Archive copy". http://icelandreview.com/news/2008/10/10/icelands-president-heart-surgery. Heintað 2014-12-18. 
  6. http://www.theguardian.com/world/2012/jul/01/iceland-president-olafur-grimsson-reelected