Ásarveldini

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Londini við bláum liti vísa Týskland og tey lond ið Ásaveldini høvdu hersett í Evropa og Norðurafrika undir Seinna heimskríggi.
Landaøkini við reyðum vísa Keisaraveldið Japan og tey økið ið Japan hevði hersett undir Seinna heimskríggi.

Ásarveldini (á týskum: Achsenmächte) er eitt orð ið verður brúkt um tey lond, ið strýddust ímóti teimum sameindu undir Seinna heimskríggi. Ásarveldini vóru sett á stovn í oktober 1936, tá Týskland og Italia undirskrivaðu ein vinasáttmála. Ein mánað seinni varð Antikominternsáttmálin undirskrivaður, har Japan eisini var við. Hin 22. mai 1939 undirskrivaðu Týskland og Italia Stálsáttmálan.

Luttakandi tjóðir[rætta | rætta wikitekst]

Tey størru ásarveldini[rætta | rætta wikitekst]

 Týskland, undir führer Adolf Hitler
 Japan Japan, undir forsætisráðharra Hideki Tojo og keisara Hirohito
Kongaríkið Italia, (1940-1943), undir forsætisráðharra Benito Mussolini og kong Viktor Emanuel III

Tey minni ásarveldini[rætta | rætta wikitekst]

 Ungarn (1940-1945), undir Miklós Horthy og seinni Ferenc Szálasi
 Rumenia (1941-1944), undir Ion Antonescu
 Bulgaria (1941-1944), undir tsar Boris III av Bulgaria
 Teiland, (1941-1945), undir Luang Phibul Songkhram

Lond sum samstarvaðu við ásarveldini[rætta | rætta wikitekst]

 Finland, (1941-1944), sí Ryti-Ribbentrop-avtalan), undir president Risto Ryti og herovastanum Carl Gustaf Emil Mannerheim
 Irak, (1941), undir Rashid Ali
 Iran, (1941), undir Reza Shah

Lond undir ásarveldis-stýrdum marionettstjórnum[rætta | rætta wikitekst]

Kroatien (1941-1945), undir Ante Pavelić
Slovakia (1939–1945) undir Jozef Tiso
 Serbia, (1941-1944), undir Milan Nedić
 Montenegro, (1941-1944), undir Sekula Drljević
Manchukuo, undir keisara Puyi

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið