Wikipedia:Sniðhondbók

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Blue check.svg Hendan síðan verður rokna sum ein fyrimynd á Wikipedia - hon lýsir aðalkrøv, sum nógvir tilfarsveitarar meta vera rætt at brúka. Sjálvt um tað kan vera ráðiligt at fylgja honum, so er tað ikki ein politikkur, sum sigur so. Tú ert tí vælkomin at rætta innihaldið á síðuni, men tað er betur dámt, um tú leitar eftir ráðum á kjaksíðuni, áðrenn størri rættingar verða framdar.
Snarvegur:
WP:S
WP:SNIÐ

Hendan sniðhondbók hevur tað einfalda endamál at fáa greinirnar í Wikipedia at líkjast hvørjum øðrum. Fylgjandi reglur skullu ikki skiljast sum ein ævigur sannleiki. Tann eini hátturing er ofta líka góður sum ein annar, men um øll rætta á sama hátt, so verður Wikipedia lættari at lesa og brúka, fyri ikki at nevna lættari at skriva og rætta.

Nýggir høvundar mugu minnast at klárur, upplýsandi og ópartískur tekstur altíð er meira týdningarmikil en snið, framløga og forsniðan. Tað verður ikki vænta og er eiheldur eitt krav at øll fylgja reglunum niðanfyri beinanvegin, tað kann ein læra so við og við. Tú kanst rokna við, at ein annar brúkari fer at broyta greinina fyri teg, so at hon fylgir reglunum niðanfyri, um tú ikki sjálv/ur hevur lært tað frá byrjan, halt teg endiliga ikki aftur.

hvussu ritstjórni eg eina síðu fyri fleiri upplýsingar um hvussu man nýtur tað, ið verður nevnt niðanfyri. Hendan greinin hyggur mest at nær man skal brúka eitt ávíst snið, ikki hvussu tað brúkast.

Grundleggjandi sniðgeving (formatering)[rætta | rætta wikitekst]

Fyri at fáa nakað at síggja út til: Skriva: Tað fer at síggja soleiðis út:
Framhevja '''Feitur tekstur''' Feitur tekstur
Kursiv ''Kursiv tekstur'' Kursiv tekstur
Leinkja Her er ein [[leinkja til eina grein]]. Her er ein leinkja til eina grein.
Leinkja 2 Her er [[leinkja til eina grein|ein síða]]. Her er ein síða.
Leinkja 3 Her er [[leinkja]]n til eina aðra síðu. Her er leinkjan til eina aðra síðu.
Yvirskrift == Tín yvirskrift == Fer at síggja út sum hinar yvirskriftirnar á hesi síðuni

Fyri at fáa eina frágreiðing sum er meira nágreinilig, far so til Wikipedia:Hvussu ritstjórni eg eina síðu.

Tann fyrsti setningurin í einari grein eigur at innihalda heitið á greinini við feitari tekst og vera definerandi fyri greinina. Man kan skriva:

'''Løgtingið''' er tjóðartingið í Føroyum.

Úrslitið gerst:

Løgtingið er tjóðartingið í Føroyum.

Tað finst nakað ið er sera praktiskt, tá tú luttekur í einum kjaki: Tá ið tú ert liðug/ur við títt innslag á kjasíðum enda so við at innseta ~~~~, sum verður skift út við títt brúkaranavn ella IP-adressu og dagfesting, brúkaranavn, um tú hevur eitt slíkt og ert innritað/ur, so kemur títt brúkaranavn at standa har, um tú ikki ert innritað/ur, so kemur tín IP-adressa at standa har.

Navngeving[rætta | rætta wikitekst]

Navngeving av greinum fylgir tí sniði sum verður greitt frá í Wikipedia:Navngeving.

Grein inngangur[rætta | rætta wikitekst]

Allar greinar skullu hava heiti og/ella evni í feitari skrift á fyrstu linju. Onnur orð skullu ikki leggjast dent á við feitari skrift, uttan so at tey eisini eru leitiorð til greinina umvegir snarvegir (#REDIRECT [[]]).

  • Vaglið er eitt vagl í Tórshavn.
    • '''Vaglið''' er eitt vagl í [[Tórshavn]].

Um greinin hevur fleiri enn eitt navn, so skullu bæði nøvn skrivast við feitari skrift, fyrstu ferð tey verða nýtt í greinini.

  • Køvievni (ella nitrogen) er eitt frumevni við atomnummar 7 í skeiðbundnu skipanini.
    • '''Køvievni''' (ella '''nitrogen''') er eitt [[frumevni]] við atomnummar 7 í [[Skeiðbundna skipanin|skeiðbundnu skipanini]].

Um greinin er um stað, ið hevur føroyskt navn, skrivast rætta navni við skráskrift aftaná máli í klombur.

  • Keypmannahavn (danskt: København) er høvuðsstaður í Danmark.
    • '''Keypmannahavn''' ([[danskt]]: ''København'') er [[høvuðsstaður]] í [[Danmark]].


Um navni á greinini er heitið á bók, filmi, sjónvarpsrøð, tá verður bæði feit og skrá skrift nýtt .

  • Ringanna Harri er eitt bókaverk í trimum pørtum av J.R.R. Tolkien.
    • '''''Ringanna Harri''''' er eitt bókaverk í trimum pørtum av [[J.R.R. Tolkien]].

Navni ella nøvnini skulu bert dragast fram einaferð í greinini.

Um tað yvirhøvur er møguligt, skal fyrsti partur av innganginum svara spurninginum "hvat er <greinheitið>?" - hetta svar kan so greiðast gjølla frá í restini av greinini.

Staðarnøvn í greinini[rætta | rætta wikitekst]

Lívssøgur[rætta | rætta wikitekst]

Bólking av lívssøgum[rætta | rætta wikitekst]

Málbrúk[rætta | rætta wikitekst]

Teknseting[rætta | rætta wikitekst]

Yvirskriftir og innihaldsyvirlit[rætta | rætta wikitekst]

Forsniðan av ávísum orðum og setningum[rætta | rætta wikitekst]

Dagfestingar og árstøl[rætta | rætta wikitekst]

Stór tøl[rætta | rætta wikitekst]

  • Nýt punktum fyri at deila rekkjuna fyri hvørji trý tøl: 2.900.000.
  • Stór tøl verða vanliga vænta at verða umleið viðri og tí er styttinging uml. ikki neyðug.
  • Royn og sleppa undan at brúka ovur neyv tøl har tað er ósannlíkt at tey verða støðug ella neyv, ella har neyvleiki er óneyðugur í grein høpinum.
  • Í vísinda høpi verður hevur vísinda snið framíhjárættindi (6,02 × 1023).

Tal eindir[rætta | rætta wikitekst]

  • 23 m
  • 43,76 m/s
  • 3.445,02 A/s²
  • 21 °C

Ein tummilsregla er at man skrivar tøl frá 1 til 10 við bókstavum og tøl yvur 10 við tølum.

Myndlýsingar[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir millum greinar[rætta | rætta wikitekst]

Skapa samanhang millum greinar[rætta | rætta wikitekst]

Uppslag í eini alfrøði eru vegamót í eini hypertekstskipan. Tað er umráðandi ikki bert at skriva greinar, men eisini at syrgja fyri at tað eru slóðir til hini uppsøgini í tí neti sum Wikipedia er og greinar sum tú skrivar mást tú eisini royna at slóða til frá øðrum greinum. Ger slóðir til omanfyri liggjandi uppsløg og bólkar (Charles Darwin var ein lívfrøðingur, Sahara er ein oyðimørk í Afrika. Ger eisini slóðir til grannauppsløg (proton, sí eisini elektron, Danmark hevur eina felags landamark við Týskland). Syrg fyri at bólkar hvørki verða ov djúpir og lítlirella ov faltir.

Um tú ert misnøgdur við eina ávísing, rætta hana so til ella dagfør tað uppslag sum víst verður til.

Royn og slepp undan slóðum til greinir sum eru tvískildar.

Alwiki[rætta | rætta wikitekst]

Alwiki er tann hugmynd at øll orð, setningar og orðing skal verða slóðir til Wikipedia greinir.

Til dømis:

Wikipedia-brúkarir hava kjakast um hetta uppskot og avgjørt at vraka tað. Tað verður kortini onkuntíð skjóta upp, at tað skal setast á stovn aftur, men uppskoti er enn ikki blivi samtykkt einmælt.

Sí eisini-greinpartur[rætta | rætta wikitekst]

Evnir sum hava samband við greinina, men sum ikki kunna ella verða slóða til í grein tekstinum, kunnu vísast til í Sí eisini-greinpartinum. Um tú ikki raðfestur og viðmerkjur hesar slóðir, skalt tú velja at nevna tær í stavrað. Dømi:

=== Sí eisini ===
* [[Internet]]
* [[Net]]
* [[Sjónvarp]]

- hetta vil síggja soleiðis út:

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Eitt annað dømi, um tað eru nógv evni sum hava samband við greinina (fleiri enn 10?):

=== Sí eisini ===
*[[Internet]], [[net]] og [[sjónvarp]]

- hetta vil síggja soleiðis út:

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Tabellir[rætta | rætta wikitekst]

Wikipedia tabellir hava ein serstakan setningsbygnað. Setningsbygnaðurin krevur eitt sindur av venjing.

Her er eitt dømi:

Yvirskrift
Teigsyvirskrift Annar teigur
A 1
B 2
C 3

Skrivast soleiðis:

{| class="wikitable"
|+ Yvirskrift
|-
! Teigsyvirskrift
! Annar teigur
|-
| A || 1
|-
| B || 2
|-
| C || 3
|}

ella

{| class="wikitable"
|+ Yvirskrift
|-
! Teigsyvirskrift
! Annar teigur
|-
| A
| 1
|-
| B
| 2
|-
| C
| 3
|}

Tvískildar greinir[rætta | rætta wikitekst]

Samanseting av tvískildum greinum:

Útsjónd Wikikota

Grein er tvískild:

Sí eisini talmerktur táttur el. partur í teksti serst. í lógasavni

  • Løgfrøði – har ein "grein" er ein partur í einum lógasavni


Disambig gray.svg Hendan síðan hevur eitt heiti við fleiri týdningum.
Tað er ein síða, sum alt eftir týdningi slóðar til aðrar síður við veruliga innihaldinum. Ert tú komin higar frá eini slóð, far so vinarliga aftur og rætta slóðina til at vísa á røttu greinina.



'''Grein''' er tvískild:
*[[Grein (bókmentir)]] – ein avmarkaður tekstur sum er ein partur av einum tíðindablað ella tíðarriti
*[[Grein (plantufrøði)]] – er ein partur av eini plantu ella træi
*[[Grein (málfrøði)]] – er eitt málfrøðiligt kenniorð

'''Sí eisini'''
*[[Løgfrøði]] – har ein "grein" er ein partur í einum lógasavni

{{fleiri týdningar}}

Dømi um eina viðmerking[rætta | rætta wikitekst]