Charles Darwin
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Charles Darwin (12. februar 1809 – 19. apríl 1882) var ein bretskur lívfrøðingur. Á ungum árum gjørdist Darwin forsprákari fyri menningarlæruni, ið kom at fáa sera víðfevndar avleiðingar fyri mannaheimin. Ein maður sat í London, Karl Marx at navni, og skrivaði Das Kapital og svølgdi øllum tí rátt, ið Darwin skrivaði. Hetta kom at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri heimin. Hetta, ið Darwin skrivaði, passaði væl inn í læru hansara, at alt lív stavar frá materiuni, og at tað sterka altíð yvirlivir ella vinnur hitt veika. Hetta hóvaði Marx sera væl og implimenteraði hann hetta bæði væl og virðiliga inn í sítt kommunistiska manifest. Marx var so glaður fyri læru Darwins, at hann ætlaði at ogna Darwini 2. bind av Das Kapital, men hetta gjørdist av ongum. Lenin og Stalin tóku eisini væl móti hesi læru, og søgan sigur okkum, at Stalin drap umleið 60 mill. fólk tey árini, hann sat við stýri. Eisini síggja vit henda hugsunarhátt hjá Hitler, har náttúran lærir okkum, at hitt sterka altíð vinnur. Hetta fekk ræðuligar avleiðingar fyri stóra partin av heiminum - ikki minst fyri jødafólkið, ið noyddist at ofra uml. 6. mill. mannalív til hesa ørsku. So vit síggja, at minst 4 av heimsins ismum hava tikið hetta til sín: kommunisman, nazisman, facisman og kapitalisman.
Tað var á síni rannsóknarferð við "Beagle", at Darwin fekk hugskotið til arvalæru sína (menningarlæruna). "Beagle" vitjaði Galapagos-oyggjarnar, og har sá Darwin, at sami upprunaligi fuglurin - finkan - gjøgnum tíðina var vorðin til eini tjúgu ymisk sløg av fuglum, hvør við sínum serligu eginleikum. Tað gingu tó útvið tjúgu ár eftir at Darwin kom aftur av ferðini, áðrenn úrslitini og niðurstøðurnar, hann gjørdi sær, komu út í bók. Men tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at bókin "The Origin of Species" gjørdist ein hin mest týðandi bókin í heiminum, og enn tann dag í dag verður arvalæran dúgliga umrødd millum leikfólk.
[rætta] Keldur
[rætta] Hygg eisini at
[rætta] Slóðir úteftir