Wikipedia:OSS

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
100x

Ofta settir spurningar (OSS) um Wikipedia verða svaraðir niðanfyri.

Um tú ert nýggjur, kanst tú hyggja á innleiðslu síðuna. Hevur tú ein annan spurning, kanst tú skriva hann í Undirhúsið.

Hvat er Wiki?

Ein Wiki er eitt savn av samanhangandi alnetssíðum, sum øll kunna síggja og rætta. Til dømis kanst tú rætta hesa síðu: Klikk á "rætta" (ovast)!

Hvat er endamálið við Wikipedia?

Endamálið við Wikipedia er at gera eina frælsa alfrøði.

Nær byrjaði Wikipedia?

15. januar 2001.

Hvør eigur Wikipedia?

Wikimedia Foundation.

Hvussu kann eg hjálpa?

Tú kanst hjálpa við at skriva eina grein, rætta eina grein ella skriva meira í eina grein. At rætta eina grein er ógvuliga einfalt: tú klikkir bert á rætta ovast, og tá rættingin er gjørd, klikkir tú á Goym síðu.

Hvussu kann eg tosa við onnur um Wikipedia?

Hvør brúkari hevur eitt kjak, har spurningar kunnu setast til viðkomandi. Til dømis kanst tú klikkja á søgu fyri hesa síðuna, klikkja á ein, sum hevur rættað síðuna og síðan kemur tú inn á síðuna hjá brúkaranum. Her kanst tú klikkja á kjak og skriva tað, sum tú hevur at siga, til hann.

Hvat merkir orðið "Wikipedia"?

Tað er ein stytting av orðinum Wiki, sum er úr Hawaii og merkir skjótt, og orðinum encyclopedia, sum er enskt og merkir alfrøði.
Persónlig amboð

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál