Wiki
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Wiki hugtakið vísir til eitt slag av ritbúnaði, sum gevur brúkarum møguleika at samstarva um at savna, skifta um vitan og kunning um ávís evni. Forritið er ment av Ward Cunningham. Hann og Bo Leuf hava saman skrivað bókina The Wiki Way (2001), sum tøkniliga er avoldað, men sum kortini greiðir væl frá wikihugburðinum.
Orðið Wiki stavar frá hawaiiska WikiWiki.
Í einum Wiki kunnu brúkarar frítt skriva og almannakunngera tilfar, serliga skrivað tilfar, men í nýggjari forritum ber eisini til at goyma eitt nú myndir og fílur av ymsum slag. Brúkarar kunnu frítt broyta tilfar hjá hvørjum øðrum, teir kunnu kjakast um ávís evni og eru í vissan mun við til at tilevna skipanina av einum Wiki.
Grundskipanin í einum Wiki er hypertekstskipanin, sum er høvuðsskipanin í Interneti. Ein Wiki er forritaður t.d. í PHP, og dáta (síður) verða goymd í einum dátugrunni, ofta MySQL.
Síður verða heintaðar ella stovnaðar við at brúka HTTP-protokollina og boðini GET og POST.
Lesing fer fram á vanligari web-síðu, meðan skriving og rætting fer fram í form-partinum á eini web-síðu.
[rætta] Bókmentir
Bo Leuf & Ward Cunningham: The Wiki way. Quick collaboration on the Web. Addison-Wesley, 2001.
Dan Woods & Peter Thoeny: Wikis for Dummies. John Wiley & Sons, 2007.
Mark S. Choate: Professional Wikis. Collaboration on the Web. John Wiley & Sons, 2008.
Mizanur Rahman: MediaWiki Administrators' Tutorial Guide. Packt Publishing Limited, 2007.