Viggo Mortensen
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Viggo Peter Mortensen Jr. (borin í heim tann 20. oktober 1958 á Manhattan, New York City) er ein amerikanskt-danskur oscarnomineraður sjónleikari, tónleikari, yrkjari, málari og fotografur. Hann er m.a. kendur fyri sín leiklut sum Aragorn í filmunum Ringanna Harri í 2001, 2002 og 2003.
Viggo Mortensen varð borin í heim í New York, men búði á barnaárum sínum eisini í bæði Argentina, Venesuela og Danmark. Mamma hansara er amerikanari meðan faðirin er dani. Han hevur tveir beiggjar, Walter og Charles Mortensen.
Hann var í 10 ár giftur við sjónleikarinnuni Exene Cervenka og saman eiga tey sonin Henry Mortensen.
Slóðir úteftir [rætta]
- Viggo Mortensen á IMDb, The Internet Movie Database.