Vágsfjørður
Vágsfjørður er næstlongsti fjørður í Suðuroynni. Fleiri bygdir eru kring fjørðin. Vágur liggur innast á vágni og báðumegin fjørðin, tó mest á norður síðuni. Porkeri liggur við byrjanina av Vágsfirði, og millum Porkeri og Vág liggur lítla bygdin Nes, sum hoyrir til Vágs kommunu. Lopransfjørður gongur suðureftir, hann byrjar í Vágsfirði. Innast í Lopransfirði liggur bygdin Lopra. Eystanfyri Lopra, við byrjanina av Vágsfirði og yvirav Nes og Porkeri liggur bygdin Akrar.
Vágs Havn og Oyrarnar [rætta]
Vágs Havn er á norðaru síðu á Vágsfirði, mitt í Vágsbygd. Vágs Havn er 10-15 metrar djúp.[1] Har er havnarlag har flakavirki, alivirki og aðrar fiskivinnufyritøkur eru. Hinumegin land, á syðra armi, eru Oyrarnar, har er eitt SEV verk, eitt lemmavirki, skrellipláss umframt annað virksemi. Ætlanin er at gera eina svimjihøll við langhyli og vælverudepli á Oyrunum í Vági (2011). Ætlanin er at nýta avlopshitan frá SEV verkinum á Oyrunum, sum annars bert rennur á sjógv.