Porkeri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Porkeri
Ortsschild-kl.png
Porkeri á Føroyakortinum.
Postnummar FO 950
Kommuna Porkeris kommuna
Markatal 37
Íbúgvar (2014) 311

Porkeri er ein bygd og kommuna í Suðuroynni. Bygdin liggur á eystursíðuni á oynni við byrjanina av Vágsfirði. Porkeris skúli varð tikin í nýtslu í 1984. Skúlin er skipaður við 7 ára skúlagongd og halda næmingarnir fram í framhaldsdeildini í Vágs skúla. Skúlaárið 2005/2006 arbeiddu 3 lærarar í skúlanum, onkur fulla tíð og aðrir niðursetta tíð. Barnatalið í skúlanum var tá 29. Um veturin eru ymisk tilboð til kvøldskúlaundirvísing, t.d. kunnu tilboð vera um undirvísing í postalínsmáling, hondarbeiði og seyming. Luttøkutalið liggur vanliga um 40-60. Fimleikarhøllin verður nógv nýtt, serliga vetrarhálvuna. Eitt borðtennisfelag varð stovnað í Porkeri í 2009, tað nevnist Purkan.[1] Nýggjur skúladepil varð bygdur í Grønudali í Porkeri, beint við Hov. Hann varð tikin í nýtslu í 2009. Í skúladeplinum eru tveir skúlar: Miðnámsskúli og Heilsuskúli.[2]

Gamla kirkjan[rætta | rætta wikitekst]

Í Eystrum á frímerki frá 2004

Kirkjan er bygd í 1847. Hon stendur í tí gamla partinum av kirkjugarðinum, har eisini aðrar kirkjur hava staðið undan hesari. Kirkjan er bygd av viði og er takt við flagi. Klædningurin er tjøraður, meðan grundin, vindeyguni, hurðarnar, vindskeiðirnar og tornið eru hvít. Innan er kirkjan ómálað.

Altartalvan vísir Jesus í Getsemane og er helst meira enn 200 ár gomul. Á altarinum standa fýra messingstakar; teir tveir við hvør sínum ljósi og tveir við 4 ljósum hvør, og kirkjan eigur 4 altardúkar; allir hesir lutirnir eru givnir. Á altarinum standa eisini tveir gipsfigurar við áskriftini St. Johannes og St. Paulus og tann gamli kalikurin frá 1825 og tann nýggjari frá 1987.

Í kórinum stendur gamli doypifunturin úr viði við tinfati frá 1789 og tann nýggjari, sum er olmussugáva frá 1923, og er málaður hvítur.

Mannfólkamegin í kirkjuni eru 13 stólar, og konufólkamegin eru 12 stólar, har umleið 150 fólk kunnu sita. Í kirkjuni hanga 3 ljósakrúnur, ið eru olmussugávur, og á vegginum hanga eisini tvær minnistalvur. Í kirkjuni hongur modell av sluppuni "Beinisvørð", sum er ein gáva.

Úppi yvir hurðini í forkirkjuni hongur ein navnafjøl viđ árstalinum MDCCCXLVII og við forbókstavunum hjá teimum, sum bygdu kirkjuna; í forkirkjuni stendur eisini gamalur gravsteinur við m.a. árstalinum 1640 og kirkjubússan, sum er modell av kirkjuni. Á loftinum stendur orglið frá 1981. Fyrsta orglið fekk kirkjan stutt eftir 1900.

Í torninum hongur gamla kirkjuklokkan frá 1952 og tann nýggjara, sum er givin í 1976.

Á úthurðini er útskorin rosett og kongakrúna- árstalið 1847 og C R VIII.[3]

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Ymsar metingar eru um, hvussu gomul bygdin er, men roknast kann við, at hon er millum elstu bygdir í Føroyum, tí fyrstu ferð navnið Porkeri kemur fyri, er í Hundabrævinum umleið 1350, har nevnt verður, at í Porkeri skal vera ein seyðahundur. Hvør upprunin til navnið Porkeri er, eru ymsar sagnir um. Tann mest kenda man vera tann, at tá fyrsti maður, ið búsettist í Porkeri, fór at velta jørðina, kom hann fram á purkur í moldini. Søgnin sigur, at Hovgrímur høvdingi í Hovi skuldi hava havt svínagerði her á staðnum, og at tað vóru purkur av hesum svínum, ið fyrsti niðursetumaðurin fann. Tí gav hann plássinum navnið Purkurgerði, ið seinni er blivið til Porkeri

Porkeris Bygdarsavn[rætta | rætta wikitekst]

Porkeris Bygdarsavn er ein sjálvognarstovnur, sum Føroya Landsstýri góðkendi sum ein stuðulsøkjandi stovn tann 19. mars 1997. Porkeris Bygdarsavn eigur Gamla Skúla, sum varð bygdur í 1888, og ognina Í Eystrum, sum hevur verið elligamal bústaður í Porkeri. Í Eystrum eru sethús, sornhús og fjós.

Í Eystrum[rætta | rætta wikitekst]

Porkeri er eisini ein av gomlu bygdunum við fleiri býlingum. Hin ovasti er býlingurin í Eystrum. Hann er gamal býlingur, og har vóru bert eini hús. Eitt lítið festi var í húsunum, sum gjøgnum øldir er gingið frá faðiri til elsta son. Fyrst í 19. øld bygdi næstelsti sonurin í Eystrum nýggj hús eystan fyri gomlu húsini, og tey fingu navnið í Skálanum. Síðani hava tvinni hús verið í Eystrum. Húsini, ið nú standa uppi, eru bygd um 1870, og har hava búð fólk til um 1970. Nú standa húsini í Eystrum tóm.

Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sudurras1.com
  2. Dimma.fo
  3. Arge, Símun V.: Eitt sindur um innbúgvið í Porkeris kirkju. Í: Mondul nr. 3/1980

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]