Trettandabygd

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hugtakið trettandabygd merkir, at tað er ein bygd, har vanligt var fyrr at fara at vitja og at dansa á trettanda, tað er 6. januar. Tá komu fólk úr grannabygdunum á vitjan. Aðrar høgtíðir var so farið til aðrar bygdir at dansa, og soleiðis vóru summar bygdir td. jólabygdir, nýggjársbygdir, trettandabygdir ella kyndilsmessubygdir. Í Kunoynni var til dømis nú avtoftaða bygdin Skarð trettandabygd. Grannabygdin Kunoy vestantil á oynni var nýggjársbygd og triðja bygdin á oynni, Haraldssund, var kyndilsmessubygd.

Soleiðis var td. Svínoy jólabygd, Viðareiði var nýggjársbygd, á Kirkju í Fugloy var trettandabygd, og í Múla Kyndilsmessubygd.

Í Sandoynni var Húsavík kyndilsmessubygd. Grannabygdirnar Skálavík, Dalur og Sandur munnu so hava verið jólabygd, nýggjársbygd og kyndilsmessubygd (?)

Nakrar trettandabygdir: