Skálavík
|
||
| Postnummar | FO 220 | |
| Kommuna | Skálavíkar kommuna | |
| Markatal | 42 | |
| Íbúgvar (2005) | 183 | |
Skálavík er ein bygd i Sandoy. Skálavík er í vídd fjórðingurin av Sandoynni, meðan fólkatalið bert er ein áttingur av fólkatalinum í oynni. Skálavík er ivaleyst elligomul bygd, grundað í víkingatíðini. Har er nógvur og góður slættur bøur, ið hevur verið grundarlagið undir góðum landbúnaði.
Skálavík er eisini gomul kirkjubygd, og kirkjurnar hava frá fyrstu tíð av staðið niðri á Møl. Skálavík er eisini søgurík bygd, og sagnirnar eru eisini fleiri. Best kend er søgnin um Ungajógvanssynir. Teir vóru bóndasynir í Dalsgarði, livdu í 17. øld og eru eins og Kálvur lítli á Sandi kendir sum yvirgangskroppar. So er eisini søgnin um Jákup Jóansson, sum var løgmanssonur og festi Dalsgarð. Í 1934 var dansistova bygd á Keldu, og í 1972 varð ungmannafelagið Keldan stovnað. Felagið keypti gomlu dansistovuna, reiv hana niður og bygdi nýtt felagshús.
Ein tann kendasti rithøvundurin í Føroyum, Heðin Brú (1901-1987), er uppvaksin í Skálavík. Tá ein kemur til Skálavíkar, kan ein síggja, at har er reistur ein prúður minnisvarði um rithøvundan.
Skálavík er vøkur og søgurík bygd, og náttúran er eitt upplivilsi fyri tann vitjandi.
[rætta] Áhugaverd støð
- Kirkjan, vígd í 1891.
- Træskurðir eftir Trónd í Trøð í kirkjuni.
- Orglið í kirkjuni, elsta orglið í brúki í Føroyum.
- Minnismerkið um Heðin Brú.
