Dalur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dalur
Ortsschild-kl.png
Dalur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 235
Kommuna Húsavíkar kommuna
Markatal 23
Íbúgvar (2013) 38
Dalur á frímerki 2006

Dalur er ein bygd i Sandoy. Dalur er syðsta bygdin í oynni og lítil bygd, 38 fólk (2013), men hagin er góður, og serliga feitilendi Skorin syðst á oynni. Har byggir nógvur lundi, og hann ger, at gróðurin er nógvur, og verður seyðurin tí sera góður. Dalur er gomul bygd og sæst í gomlum skjølum, at hon eisini varð nevnd Varmadalur, men hon er neyvan so gomul sum hinar báðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn í 1963. Vegurin liggur gjøgnum eina bratta líð, og grót og skriðulop oman á vegin eru ikki sjáldsom fyribrigdi. Í fleiri ár, hevur talan verði um at bora tunnil gjøgnum fjallið millum Húsavík og Dal. Bygdin fekk kirkju í 1957, og hómast hon høgrumegin á frímerkinum. Í 2007, bleiv kirkjan sett í stand og er nú eisini handikap vinarliga. Í Dali er eisini eitt bygdar hús ið nevnist Eiriksgarður. Bygdarhús bleiv eisini í 2007 útbygd og nú er nógv meira pláss hjá Dalbingum at dansa føroyskan dans og annað undirhaldandi.

Dalur er fyrndarbygd. Gomul søgn sigur, at tá sóttin svarta herjaði í Føroyum, varð Dals bygd eisini rakt. Og sagt verður, at fyri sóttina svørtu var bygdin sunnan fyri Sórá, sum rennur mitt oman gjøgnum dalin. Eftir sóttina varð flutt norður um ánna, tí eingin mátti byggja aftur har, sum bygdin hevði verið og sóttin herjað, tí óeydna skuldi spyrjast úr. Hóast Dalur er ein av okkara elstu bygdum, eru hvørki fornleivdir og staðarnøvn, sum benda á, at nakar kristin halgidómur (bønhús) hevur verið her í gomlum døgum.


Kelda[rætta | rætta wikitekst]