Tinganest

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum úr Tinganest framføra á stuðulskonsertini í Saltsiloini á Drelnesi 15. mai 2010.

Tinganest er ein føroyskur tónleikabólkur. Teir, ið manna bólkin, eru Jóan Jakku Guttesen: Sang, Bass, Akk. gittar - Magnus á Stongum: Sang, Akk. gittar - Eivin Simonsen: El-gittar, akk. gittar Elias Simonsen: Tangentar, kór.

Bólkurin var til fyrst í áttatiárunum við navninum TINGANEST, tó hevði ymisk manning mynda bólkar í Sørvági líka frá sekstiárunum, har Magnus, Jóan Jakku og Eivind vóru partar av. Seinni eisini í Danmark, har teir vóru í lestrarørðindum. Í 1983 kom fyrsta bandi út, og var hetta band nógv spælt. Sangir sum "Upp á tá" og "Vágagellan", vóru og eru javnan at enn at hoyra. Í 1984 kom næsta bandi og tað triða kom í 86, bólkurin hevur verði við í øðrum prosjektum eisini,serliga Jóan Jakku hevur verði virkin á tónleikalívinum við soloútgávum og eisini saman við øðrum. Nýtt tilfarð verður eisini at hoyra í komandi framtíð frá onkrum av limunum.

Tinganest er enn virkið[rætta | rætta wikitekst]

Núverandi manning í Tinganest er: Finnur J. Jacobsen trummur áslottur og sang, Jóan Jakku Guttesen bass og sang, Holgar Jacobsen guitar, Magnus á Stongum guitar og sang. Tinganest hevur spælt á fleiri av føroysku tónleika festivalunum og á øðrum konsertum runt um landið. Nevnast kann t.d., at Tinganest spældi á G-Festivalinum 2009, Tinganest spældi á konsertini í Saltsiloini á Drelnesi í Suðuroynni 15. mai 2010, tvær vikur seinni spældu teir til dans á Seglloftinum á Tvøroyri. Tinganest spældi eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík í august 2010.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Umframt[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]