Tórður Jóansson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tórður Jóansson, áður Tórður Debes Joensen, er føddur í Keypmannahavn 1. mai 1941. Hann gjørdist doktari í málfrøði á University of Aberdeen í 1997.[1] Í 2012 gjørdist hann doktari í gudfrøði á University of Glasgow; ritgerð Brethren in the Faroes. Fimm ára gamal flutti hann við foreldrunum til Føroya og gekk í barnaskúla og framhaldsskúla í Havn. Tilkomin fór hann á Emdrupborg-læraraskúlan í Keypmannahavn, har hann tók prógv í 1964. Lærari á Tvøroyri 1964-1968 og á Venjingarskúlanum í Tórshavn frá 1968. Skúlaárið 1968-1969 var hann á ársskeiði í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, var 1970-1971 eitt lestraár í Moskva, og árini 1978-1981 las hann við lærda háskúlan í Glasgow í Skotlandi og tók prógv sum Master of Arts.

Í læraraskúlatíð síni í Keypmannahavn var hann við til at endurstovna ungmannafelagið Oyggjaframa og at geva út vinstrahalla tíðarritið "Framan", har hann eitt skifti var blaðstjóri. Hann var eisini eitt skifti blaðstjóri á "Tíðini", og av og á hevur hann arbeitt sum blaðmaður á "14. September".

Føroyska arbeiðararørslan hevur havt hansara stóra áhuga, og í 1975 legði hann til rættis fimti ára minningarrit Føroya Arbeiðarafelags "Saman tí standið". Hann hevur eisini skrivað bóklingin "Lenin 100 ár", 1970, og í 1979 kom frá hansara hond greinasavnið "Okkurt um ymiskt", sum er eitt lítið úrval av tí, hann hevur skrivað til føroysk bløð tíðarskeiðið 1963-1978.

Dømdur fyri at royna at lokka ungar dreingir til kynsligasamlegu. https://www.glasgowtimes.co.uk/news/17651816.former-university-lecturer-tordur-joansson-facing-jail-trying-sex-boy/

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

  • 1970 Lenin 100 ár
  • 1970 Saman tí standið (Minningarrit Føroya Arbeiðarafelag)
  • 1979 Okkurt um ymiskt
  • 1983 Virki og menning (Minnisrit Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelags)
  • 1997 English loanwords in Faroese (doktararitgerð)
  • 2012 Brethren in the Faroes (doktararitgerð)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Bokasolan.fo". http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/05011941_joansson_tordur.asp. Heintað 2011-05-09.