Svartisvanur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Svartisvanur.

Svartisvanurin (latín Cygnus atratus) livir í Avstralia. Stundum ala teir hann í dýragørðum í Evropa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður.

Sí eisini [rætta]

Keldur [rætta]