Jump to content

Suni úr Hørg

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Suni úr Hørg á vøllinum Vesturi á Eiðinum í Vági.

Suni úr Hørg (føddur 24. desember 1982 í Sumba) er ein føroyskur timburmaður og fyrrverandi fótbóltsleikari, ið spældi sum verjuleikari til hann var úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku.

Yvirlivdi arbeiðsvanlukku

[rætta | rætta wikitekst]
Suni situr miðskeiðis á myndini saman við nú fyrrverandi liðfeløgum úr FC Suðuroy.

Suni úr Hørg spældi við besta liðnum hjá FC Suðuroy tey seinastu árini av fótbóltslívsleiðini. Hann var eisini partur av hópinum í 2014, men náddi ikki at spæla nakran dyst tað árið, tí tann 28. mars 2014 var hann úti fyri einari sera álvarsligari arbeiðsvanlukku í Havn, har hann arbeiddi sum handverkari. Hann datt niður ígjøgnum taki á bygninginum, ið hann og aðrir umvældu, hann datt uttan at hava koyrt trygdarlínuna á, ið annars var eitt krav. Hann skuldi bara líka. Fallið var á 9,70 metrar og hann datt niður á betonggólv. Hann segði í sjónvarpssendingini Viljin til lívið, ið snúði seg um hann og tveir aðrar ungar føroyingar, at hann hugsaði tá, at hetta var tað, hetta var endin, hann náddi at taka armarnar fyri andlitið og so misti hann vitið.

Á sjúkrahúsi í Reykjavík

[rætta | rætta wikitekst]

Suni vaknaði upp aftur í einari sjúkrasong í Reykjavík, hagar hann varð sendur við flogfari. Hann lá innlagdur longi, men er so við og við komin nøkulunda fyri seg aftur, tó hevur hann mist stóran part av sjónini. Hann klárar seg tó sjálvur, býr fyri seg sjálvan og gongur runt við blindastavi. Mamma hansara, Majbritt úr Hørg, greiddi frá í sendingini, at ein føroyskur lækni hevði handlað skjótt og borað hol í skallan á Suna, so trýstið ikki gjørdist ov stórt. Suni fekk at vita seinni í Íslandi, at um læknin ikki hevði gjørt tað, so hevði Suni doyð áðrenn hann náddi at koma til Íslands. Hann lá uttan vit á sjúkrahúsinum í Reykjavík í tvær vikur. Hann hevði brotið bæði kjálkabeinini, bæði hondliðini, báðar armarnar, høgra albógva og trý rivjabein, hann bløddi úr lungunum og úr livrini. Beinagrindin rundan um høgra eyga var í knúsi og ein splint hagani kvetti sjónsnervuna, so hann gjørdist blindur á høgra eyga. Øll pannan var knúst inn og hann hevði fimm kraniubrot. Nøsin brotnaði, men tað var ikki fyrstu ferð men 13. ferð, segði Suni í sendingini. Suni segði skemtandi, at hann hevði fingið 77 stykkir av titanium sett inn ymsastaðni í kroppinum, har ið hann hevði beinbrot, so nú var hann eitt rættuligt puslispæl. Hann er blindur á høgra eyga og hevur kikarasjón á vinstra eyga og sær umleið 5-6% við tí.

Til arbeiðis aftur

[rætta | rætta wikitekst]

Suni hevur verið á blindastovni í Danmark, har hann hevur lært at klára seg í gerandisdegnum. Minni enn eitt ár eftir vanlukkuna fór Suni til arbeiðis aftur hjá Búsetri. Hann kom í arbeiðsroynd ið fyribils var 20 tímar um vikuna,[1] og 1. apríl 2016 varð hann settur í fast starv sum timburmaður. Hann segði í samrøðu við útvarpssendingina Góðan morgun Føroyar tann 6. apríl 2016, at tað gekk nógv betri nú við at meta um frástøðu, enn tað gjørdi í fyrstani eftir vanlukkuna. Hann segði, at hann var sera glaður fyri starvið sum timburmaður. Hann hevði valt at síggja tey positivu tingini í lívinum og at fegnast um tað, ið hann sá sum sigrar í dagligdegnum. Spurdur um, hvar hann hevði positiva lyndið frá, segði hann at tað var frá mammu síni, Majbritt úr Hørg, ið altíð ella næstan altíð var glað og løtt í sinni.[2]

Fótbóltslívsleiðin

[rætta | rætta wikitekst]

Suni spældi við feløgunum í sunnaru helvt av Suðuroynni frá tí at hann var smádrongur til hann gavst í 2014, burtursæð frá 2009, tá hann spældi við B36 í eitt hálvt ár. Feløgini Sumba og VB løgdu saman í 2005 til VB/Sumba. Suni spældi við tey trý árini 2005-2008, og so aftur frá august 2009 til 2014. Tá Suni úr Hørg kom suður aftur at spæla við VB/Sumba eftir summarstøðgin í 2009, skrivaði Suðuroyarportalurin, at Suni til tá hevði spælt 95 landskappingardystir fyri VB/Sumba og skorað 3 mál.

Á heimasíðuni hjá Faroesoccer sæst, at Suni hevur spælt 123 dystir í bestu deildini hjá monnum, 134 dystir í 1. deild, 10 í 2. deild og 25 dystir í steypakappingini.[3]

  • 2010-2014 FC Suðuroy
  • 2009 (aug.-okt.) VB/Sumba
  • 2009 (jan.-juli) B36
  • 2005-2008 VB/Sumba
  • 2001-2004 Sumba

Ársins leikari 2008 hjá VB/Sumba

[rætta | rætta wikitekst]

Suni úr Hørg varð valdur til Ársins leikara hjá VB/Sumba (sum nú eitur FC Suðuroy) á ársveitsluni í oktober 2008. Í grundgevingini fyri henda heiður varð m.a. sagt, "...at hann í ár hevur stýrt verjuni væl og víst stríðsvilja sum fáur..." Suni fekk handað eitt steyp frá felagnum.

  1. kvf.fo - Dokumentarurin: »Viljin til lívið«
  2. kvf.fo - Suni hevur fingið fast starv sum timburmaður
  3. Faroesoccer.com - Suni úr Hørg

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið