FC Suðuroy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
FC Suðuroy
Navn FC Suðuroy
Stovnað 2010
Leikvøllir Á Eiðinum í Vági
Á Krossi í Sumba
Rúmd 3.000
Formaður Flag of the Faroe Islands Julius Vest Joensen
Høvuðsvenjari Flag of the Faroe Islands Pól F. Joensen
Liga Effodeildin
2011 (1. deild) 1
Heimasíða http://www.fcsuduroy.com/
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Heimavøllur
Lið litir Lið litir Lið litir
Lið litir
Lið litir
 
Útivøllur

FC Suðuroy er fótbóltsfelag í Suðuroynni, sum varð stovnað 1. januar 2010. Tað var fyrrverandi felagsliðið VB/Sumba, sum tók stig til at stovna FC Suðuroy, ætlanin var at savna øll liðini úr oynni í eitt felag, men tað eydnaðist ikki í 2010. FC Suðuroy spældi í Effodeildini (sum tá nevndist Vodafonedeildin) í 2010, men endaði sum nummar 9 og rykti tí niður í 1. deild. Teir vunnu 1. deild 2011 við 70 stigum og spæla aftur í bestu fótbóltsdeildini, Effodeildini, í 2012.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Fótbóltshópurin hjá bestu deildini

Dagført 25. mars 2012

No. Pláss Leikari
32 Flag hjá Slovenia Stanislav Kuzma
1 Flag of the Faroe Islands Kári Jacobsen
2 Flag of the Faroe Islands Mi Bjartur í Lágabø
3 Flag of the Faroe Islands Ve Mortan úr Hørg
4 Flag hjá Slovenia Ve Saša Kolman
5 Flag of the Faroe Islands Ve Heini Vatnsdal
6 Flag of the Faroe Islands Mi Brandur Suðuroy
7 Flag of the Faroe Islands Ve Poul N. Poulsen
8 Flag of the Faroe Islands Ál Heri Kjærbo
9 Flag of the Faroe Islands Mi Palli Augustinussen
No. Pláss Leikari
10 Flag of the Faroe Islands Ál Jón Krosslá Poulsen
11 Flag of the Faroe Islands Mi Eyðstein í Lágabø
13 Flag of the Faroe Islands Ve Suni úr Hørg
15 Flag of the Faroe Islands Mi Ingi Poulsen
16 Flag of the Faroe Islands Ve Jón Áki Jacobsen
17 Flag hjá Ghana Mi David Asare
18 Flag of the Faroe Islands Ál Tóki Brattalíð
19 Flag of the Faroe Islands Ve Kári í Lágabø
20 Flag of the Faroe Islands Ál John Tordar Poulsen ´

[rætta] Liðini hjá FC Suðuroy

FC Suðuroy - EB/Streymur í 1. deild vesturi á Eiðinum 1. mai 2011. FC Suðuroy vann dystin 5-3.
FC Suðuroy-EB/Streymur 1-4

FC Suðuroy hevur hesi lið hjá monnum: Í 1. deild, 2. deild og 3. deild. Í kvinnudeildini hevur FC Suðuroy lið í deildini sum spælir á hálvum vølli. Harumframt hevur FC Suðuroy hesi lið í barnadeildunum: Dreingir, smádreingir, piltar, smápiltar, smágentur 12-14 ár og gentur 10-12 ár (hetta kann broytast, sí heimasíðuna hjá felagnum).

[rætta] Styrk út øðrum londum

Tá FC Suðuroy skuldi leika í bestu deildini í 2010 leitaði felagið sær styrk úr øðrum londum. Hesir útlendingarnir vóru við í hópinum hjá FC Suðuroy í 2010: Stanislav Kuzma, málverji úr Slovenia, Obi Ikechukwu Charles, álopsleikari úr Nigeria, Mamuka Toronjadze, miðvallaleikari úr Georgia og Mustafa Adamu, verjuleikari úr Ghana. Eftir summarsteðgin var Obi Charles givin í felagnum, og avtalað varð gjørd við verjuleikaran Kasper Schultz úr Danmark. Mustafa Adamu spældi ongan dyst fyri bestu deildina hjá FC Suðuroy, og fór av landinum aftur áðrenn summarsteðgin. Í 2011 komu tveir leikarar úr Ghana at spæla við 1. deildar liðnum hjá FC Suðuroy, teir vóru David Asare og Kamil Yunus. David skoraði 20 mál fyri liðið og gjørdist nummar tvey á málskjýtta listanum hjá FC Suðuroy. Hann spælir eisini við í 2012, meðan avtalan við Kamil ikki varð endurnýggjað. Í 2011 spældu tveir danar við FC Suðuroy, Niklas Paulsen (álopsleikari) spældi við frá byrjan og fram til 13. umfar hin 18. juni. Hin danin, Jesper Fleckner, sum er verjuleikari, spældi við besta liðnum (1. deild) eftir summarsteðgin og til seinasta dystin. Stanislav Kuzma hevur verið málmaður hjá besta liðnum 2010, 2011 og 2012. Í 2012 er ein útlendskur leikari komin afturat, umframt David Asare og Stanislav Kuzma. Talan er um slovenska verjuleikaran Saša Kolman.

[rætta] Høvuðs málskjúttar hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB í nýggjari tíð

FC Suðuroy - B71 2-2 Inni í Dal 2. okt. 2010. FC Suðuroy leikaranir á myndini eru Palli Augustinussen og Martin Tausen.

5 mans hava til nú skorað í minsta lagi 50 mál fyri besta liðið hjá FC Suðuroy, VB/Sumba ella VB í nýggjari tíð, 4 av hesum spælarunum eru givnir at spæla fótbólt á høgum støði, bert Jón Krosslá Poulsen er enn aktivur í bestu deildini av hesum 5. Næstur teimum er Dan Djurhuus, sum hevur skorað 40 mál fyri feløgini. Dan spælir enn við FC Suðuroy í Vodafonedeildini. Hesi hagtøl eru dagførd eftir 25. umfar í Vodafonedeildini 2. oktober 2010:

[rætta] Fótbóltsvøllir

Fótbóltsstadium hjá FC Suðuroy á Eiðinum í Vági.

FC Suðuroy hevur í løtuni tveir fótbóltsvøllir. Besta deildin hjá monnum, Vodafonedeildin, spælir á Eiðinum í Vági. Næstbesta deildin, 2. deild, spælir heimadystir á Krossi í Sumba. Hini liðini spæla eftir tørvi antin á Eiðinum ella á Krossi. Fótbóltsvøllurin á Eiðinum í Vági er einasti fótbóltsvøllur í Suðuroynni, sum lýkur krøvini fyri at spæla í Vodafonedeildini.

Fótbóltsstadium hjá FC Suðuroy á Krossi í Sumba.

[rætta] Fyrrverandi leikarir

Her verða nevndir nakrir av fyrrverandi leikarunum frá nýggjari tíð, eisini frá tíðini, tá felagið bar navnið VB og VB/Sumba. Summir av hesum spælarunum eru enn aktivir í lægri deildum, t.d. 2. deild hjá FC Suðuroy.

[rætta] Keldur

[rætta] Útvortis ávísingar

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál