South Park

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
South Park

South Park er ein amerikonsk kult sjónvarpsteknirøð. South Park, sum snýr seg um fýra smádreingir í býnum av sama navni í Colorado, hevur skapt stóra øsing líka síðani røðin byrjaði í 1997. Men, sum so ofta er støðan við øsandi tilfari, hevur hetta skapt ein stóran skara av kult fjepparum. Teir báðir menninir handan South Park, Matt Stone og Trey Parker eru kendir fyri at arbeiða við ymisku pørtunum heilt til freistina soleiðis, at teir fáa tikið nýggjastu samfelagsmenningina við.

Tey fyrstu fimm árini, varð Kenny, ein av høvuðspersónunum, dripin á mangar ymsar groteskar hættir – og altíð við útsøgnini "Oh my God, they killed Kenny!" í kjalarvørrinum. Men so aftan á fimm ár, máttu Trey Parker og Matt Stone gera ein nýggjan persón, tí teir høvdu ikki fleiri hugskot til, hvussu Kenny skuldi doyggja. Teir manglaðu kreativa inspiratión.

Hóast hyggjararnir verða noyddir at síggja tríggjar lýsingar í hvørjum parti, so man tað óivað koma væl við, at søgan um lívið hjá teimum fýra dreingjunum nú verður tøk á netinum – fullkomiliga ókeypis og lógligt. Tað er almenna heimasíðan hjá South Park røðini, ið hevur gjørt partarnar tøkar fyri øll at heinta. Heimasíðan er www.southparkstudios.com.

South Park hevur gjørt gjøldur úr jødum, katolikkum, mormonum, gudloysingum og nógvum, nógvum øðrum.

Aldursmark[rætta | rætta wikitekst]

Kanada - 18 ár
Nýsæland - 16 ár
Pólland - 18 ár
Skandinavia - 15 ár
Stóra Bretland - 15 ár
Týskland - 16 ár
Ungarn - 18 ár
USA - 18 ár

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]