Sker

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Eitt sker við Mykines. Kópar liggja og hvíla seg á skerinum.

Eitt sker er eitt petti av landi, sum ikki er leyst frá jørðini og hevur hav til allar síður. Eitt sker er minni enn ein hólmur og ikki so høgt sum ein stakkur og nógv minni enn ein oyggj. Í Føroyum eru nógv sker at finna rundan um Suðuroynna og rundan um Mykines og Mykineshólm. Í Noregi og Svøríki eru nógvar oyggjar, hólmar og sker fram við strondini. Á føroyskum nevna vit hesi sker fyri Norski Skergarðurin og Svenski Skergarðurin. Orðir sker er norðurlendskt og finnist eisini á hinum norðurlendsku málunum. Orðið finnist eisini á enskum, skerry, men tað kemur úr norðurlendskum.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]