Norðoya Sparikassi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Norðoya Sparikassi er ein sparikassi við høvuðssæti í Klaksvík. Norðoya Sparikassi er triðstørsti peningastovnur í Føroyum eftir BankNordik og Betri Banka, og er einasti føroyski sparikassi eftir at Suðuroyar Sparikassi varð skipaður til banka í 2006. Norðoya Sparikassi hevur í dag tríggjar deildir: 1 í Klaksvík (høvuðssæti), 1 í Tórshavn og 1 í Fuglafirði. Marner Mortensen er stjóri í Norðoya Sparikassa.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Norðoya Sparikassi var stovnaður tann 24. september 1919. Sparikassin var fyrsti ábyrgdarsparikassi í Føroyum. Fyrstu tíðina húsaðist Norðoya Sparikassi í ymsum bygningum í Klaksvík, í sýslumanshúsunum, í Hvíthúsi og í "Gamla Skúla", ið var nýggjur tá. Tann 11. juni 1928 var byrjað at byggja eyðkenda grótbygningin hjá Norðoya Sparikassa. Flutt var inn í bygningin móti ársenda 1928. Bygningurin varð útbygdur árini 1948-1951, eins og hann varð útbygdur seinni. Deildir vórðu lætnar upp í Leirvík í 1965, í Norðdepli í 1967, á Viðareiði í 1972, við Klaksvíksvegin í Klaksvík 1982 og við Stangavegin í Klaksvík í 1993.

Sparikassin valdi síðan aftur at miðsavna norðurøkið til høvuðsdeildina. Deildirnar í Klaksvík lótu aftur í ávíkavist 2001 og 2004, í Norðdepli og á Viðareiði lótu deildirnar aftur í 2005, og deildin í Leirvík læt aftur í 2009.

Norðoya Sparikassi læt upp tríggjar aðrar deildir, í 2006 í Saltangará, í 2007 í Tórshavn, og nýggjasta deildin læt upp í 2013 í Fuglafirði. Í 2015 valdi Sparikassin at miðsavna Eysturoyarøkið í Fuglafirði og læt aftur í Saltangará.

Virksemi sparikassans er økt munandi og fevnir í dag um alt frá peningastovnsvirksemi til privatkundar, eins og sparikassin, eftir at banka- og sparikassalógin varð broytt í 1994, eisini fíggjar ein part av vinnulívinum.

Norðoya Sparikassi er í dag elsti peningastovnurin í landinum, og starvast uml. 50 starvsfólk í Norðoya Sparikassa[1].

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Stjórar í Norðoya Sparikassa

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Um Norðoya Sparikassa". http://ns.fo//stutt+um+okkum.html. 

Uttanhýsis slóðir[rætta | rætta wikitekst]

www.ns.fo Heimasíðan hjá Norðoya Sparikassa