Norðdepil
|
||
| Postnummar | FO 730 | |
| Kommuna | Hvannasunds kommuna | |
| Markatal | - | |
| Íbúgvar (2007) | 173 | |
Norðdepil er ein bygd á eystursíðuni á Borðoynni. Bygdin liggur beint yvirav Hvannasundi, sum er á vestursíðuni á Viðoynni. Í 1974 kom byrging um Hvannasund, so Borðoyggin og Viðoyggin vórðu samanbundnar. Í 1963 vóru tunnlar gjørdir, soleiðis at koyrandi bleiv millum Norðdepil og Klaksvík. Í 1895 varð skúli bygdur í Norðdepli, og hesin er til enn, tó ganga børnini í skúla á Fossánesi frá fyrsta til sjeynda flokk og í Klaksvík í framhaldsdeildini. Norðdepil er partur av Hvannasunds kommunu.
Innihaldsyvirlit |
Vinnulív [rætta]
Í Norðdepli arbeiða tey flestu innan fiski- og alivinnuna, nakrir útróðrarmenn eru. Síðan tunnlarnarir komu í 1967 hava fólk í Norðdepli eisini havt møguleika fyri at arbeiða í Klaksvík og aðra staðir í landinum. Eitt flakavirki varð bygt í Norðdepli í 1963. Alibrúk eru báðumegin byrginina, sum er millum Borðoy og Viðoy (millum Norðdepil og Hvannasund).[1]
Hvalastøðin í Norðdepli [rætta]
Í 1898 bygdu norðmenn eina hvalastøð í Norðdepli. Fyrstu eigararnir vóru Andorsen & Neumann, frá 1899 til 1912 vóru tað P. Michelsen, Sandefjord ið áttu hvalastøðina, frá 1913-1920 var eigarin A/S Suderø, tá var støði ikki í brúk. E. Abrahamsen er seinasti eigarin, hvalastøðin lat aftur í 1920.[2]
Róðrarfelag [rætta]
Bygdirnar Norðdepil og Hvannasund eru felags um kappróðrarfelagið Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag.[3] Bátarnir sum felagið eigur ella hevur átt eru: Ritan, Lokkin, Sundabáturin og Norðingur. Sundabáturin vann føroyameistaraheitið í 2004, 2007 og 2008.[4]
Keldur [rætta]
- ↑ Hvannasund.fo, Søgan
- ↑ Savn.fo, Hvalastøðir í Føroyum 1894-1984
- ↑ Drekin.fo, Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
- ↑ drekin.fo
