Martin Joensen (rithøvundur)
Martin Joensen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. apr 1902 í/á Sandvík |
Andaðist | 25. des 1966 í/á Tvøroyri |
Starv | lærari, høvundur |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000120723677 |
VIAF | 171757266 |
LCAuth | n2013074697 |
Martin Joensen er føddur 19. apríl 1902 í Sandvík, deyður 25. desember 1966, sonur Louisu Joensen úr Sandvík. Var giftur við Linu Bjørgheim úr Tórshavn. Martin tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1926 og var lærari fyrst á Økrum, í Víkarbyrgi og í Sandvík og síðan á Tvøroyri 1944-64, tá ið hann vegna sjúku legði frá sær.[1] Hann var á ársskeiði á DLH 1938-39 og 1960-61. Martin var deknur í Sandvíkar kirkju í 14 ár. Eitt skifti var hann limur í sóknarstýrinum fyri Hvalbiar sókn. Hann skrivaði eina mongd av greinum og stuttsøgum í bløð og tíðarrit og barnasøgur í barnabøkur og bløð. Martin var blaðstjóri á Sosialinum í nøkur ár. Hann hevur skrivað hesar bøkur: Skaldsøgur: "Fiskimenn" 1946, "Tað lýsir á landi" 1952. Stuttsøgusøvn: "Útrák" 1949, "Klokkan ringir" 1962, "Heimadoktarin" 1977, "Gamli maðurin og varðin" 1977. Ein minnisvarði er reistur í Sandvík til minnis um Martin Joensen.
- 1946 - 1949 Blaðstjóri á Føroya Social Demokrat.
Útgivið
[rætta | rætta wikitekst]- 1946 - Fiskimenn (skaldsøga)
- 1949 - Útrák (stuttsøgur)
- 1952 - Tað lýsir á landi (skaldsøga)
- 1962 - Klokkan ringir (barna- og ungdómssøgur)
- 1977 - Heimadoktarin (stuttsøgur)
- 1977 - Gamli maðurin og varðin (stuttsøgur)