Malakkahálvoyggin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Malakkahálvoyggin.

Malakkahálvoyggin (maleisiskt: Semenanjung Tanah Melayu; teilendskt: คาบสมุทรมลายูrøkkur) er tætt suður ímóti ekvator (miðkring), har er hitin mest sum altíð tann sami bæði vetur og summar. Hvønn einsasta dag um middagsleitið oysir regnið niður nakrar tímar. Hálvoyggin er tí øll avtakin við tropiskum regnskógi. Fjøldin av fólkinum býr á oyrareingjunum og á lágslættunum og niðan ígjøgnum teir djúpu dalarnar. Nakað býr tó uppi í teimum niðaru háslættunum. Meðan fjøllini eru avtakin við regnskógi og savannuvøkstri, eru dalarnir, oyrareingirnar og lágslættarnir velt til rís. Teir velta so nógv rís, at teir selja til t.d. Kina, Evropa og USA.

Londini[rætta | rætta wikitekst]