Lamba
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Lambi)
|
||
| Postnummar | FO 627 | |
| Kommuna | Runavíkar kommuna | |
| Markatal | 29 | |
| Íbúgvar (2005) | 142 | |
Lamba er ein bygd í Eysturoynni. Lamba er gomul søgulig bóndabygd, nevnd í 1350, men kann væl vera eldri. Í Lamba búgva í dag 145 fólk. Tá talað verður um bygdina Lamba kemst ikki uttan um "Norsku Løvu". Hetta var ein donsk bark, sum nýggjársaftan í árinum 1707 í ódnarveðri rak á land og fórst í briminum út fyri Lamba. Øll manningin bjargaðist, og skal tað vera ein av manningini, sum yrkti vísuna "Norske Løve". Skipið skuldi reka inn á eina gjógv og smildrast, og eitt omanlop skuldi leypa oman yvir gjónna, og skipið skuldi hvørva í omanlopinum.
|
|
|
|---|---|
| Elduvík | Funningsfjørður | Funningur | Glyvrar | Lambareiði | Lambi | Oyndarfjørður | Rituvík | Runavík | Saltangará | Skálabotnur | Skáli | Skipanes | Søldarfjørður | Æðuvík |
