Norska Løva

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Føroyskt frímerki við mynd av klokkuni av Norsku Løvu, sum hongur í Dómkirkjuni í Havn.

Norska Løva (føroyskt navn; annars Nordische Löwe, Nordishe Löwe ella Norske Løve) var ein danskur Eystindiafarari. Skipið sakk í Lambavík nýggjársaftan 1707. Umleið 100 menn komu livandi frá vanlukkuni. Á hesum túri fór Norska Løva úr Keypmannahavn hin 4. desember 1707. Ódnarveður brast á, og 18 desember slóð toran niður í skipið. Næsta dagin avgjørdi Roluf Meincke, at teir noyddust at kappa høvuðsmastrina niður.

Skipið er nevnt bæði í sangi, kvæði[1] og søgn[2]. Jógvan Isaksen brúkti navnið Norska Løva sum heitið í eini krimiskaldsøgu, sum kom út í 2010.

Norska Løva førdi trælir í 1682.[3] Eitt model av Norsku Løvu hongur í Dómkirkjuni í Havn, tað er eitt av trimum skipsmodellum, sum hanga har. Eitt annað modell hongur í Eiðis kirkju.

Klokka av Norsku Løvu í Dómkirkjuni í Havn[rætta | rætta wikitekst]

Klokkan í Dómkirkjuni í Havn sigst vera komin í kirkjuna í 1708 og er komin av skipinum Norsku Løvu. Klokkan er prýdd við palmettum, og á einum stað er henda innskriftin: 'Danscke Ostindische Compagnies Scheb Nordische Lowe 1704'. Hæddin er 30 cm, tvørmát á slagringi uttan er 41,5 cm.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Eystdans.dk, Norska Løva
  2. Hildarheygur: TRØLLIÐ VIÐ SJÓGV
  3. Árni Dahl Søga og stev 2 p160 ISBN 99918-49-08-4