Klaksvíksstríðið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Klaksvík í dag.

Klaksvíksstríðið (1951-1955) er størsti uppreistur nakrantíð móti donsku yvirvøldini. Klaksvíksstríðið var hart, og klaksvíkingar brynjaðu seg til stríð móti myndugleikunum.

Danskur lækni, nevndur Olaf Halvorsen, varð settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar sjúkrahúsi. Trupulleikin var, at hann var rendur úr Danska Læknafelagnum og vildi ikki gjalda eina bót, so hann kundi gerast limur aftur. Fyri at fáa fast starv sum sjúkrahúslækni mátti hann vera limur í felagnum. Klaksvíkingum dámdi væl mannin, og teir vildu hava hann sum fastan lækna. Hann søkti, men annar maður varð settur í staðin. Hetta fekk øði í, og eitt stríð byrjaði, sum ikki endaði fyrr enn í 1955.

Støðan var spent, vaktarhald var á sjúkrahúsinum og heima hjá Halvorsen. Menn vóru vápnaðir, og ansað varð eftir, at myndugleikarnir í Tórshavn sluppu ikki á land. Løgreglan stóð maktarleys og fekk einki gjørt. Landsstýrið bað um hjálp frá donsku stjórnini, sum sendi stórt løgreglulið til Føroya við skipinum Parkeston. Hetta vakti mikla øsing millum fólk. Bløðini skrivaðu, at sjálvbodnir úr øllum oyggjunum streymaðu til Klaksvíkar. Sagt var, at okkurt um túsund menn bóru vápn. Ivaleyst skrøggaðu bløðini, men danska stjórnin himpraðist nú og sendi ein ráðharra til Føroya at samráðast. Ímeðan sigldi Parkeston ímillum oyggjarnar við 120 væl vápnaðum løgreglumonnum og hundum.

Hóast onkur tilburður var afturat, og klaksvíkingar ikki fingu Halvorsen aftur, so hæsaði kreppan av, sum frá leið. Halvorsen fór av landinum í 1955, og Klaksvíksstríðið endaði stutt eftir.

[rætta] Kelda

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál