Helle Thorning-Schmidt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Helle Thorning-Schmidt
Forsætisráðharri í Danmark
Í embæti
3. oktober 2011 – 28. juni 2015
Monarkur Margrethe II
Varamaður Margrethe Vestager
Morten Østergaard
Undanmaður Lars Løkke Rasmussen
Eftirmaður Lars Løkke Rasmussen
Formaður fyri Socialdemokraterne
Í embæti
12. apríl 2005 – 28. juni 2015
Varamaður Frank Jensen
Mogens Jensen
Undanmaður Mogens Lykketoft
Eftirmaður Mette Frederiksen
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1966-12-14) 14. desember 1966 (aldur 57)
Rødovre, Danmark
Politiskur flokkur Socialdemokraterne
Hjúnafelagi(ar) Stephen Kinnock (1996–nú)
Børn 2 døtur
Alma mater Københavns Universitet
College of Europe
Undirskrift
Helle Thorning-Schmidt

Helle Thorning-Schmidt (fødd 14. desember 1966 í Rødovre) er ein danskur politikari, ið var forsætisráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 28. juni 2015.

Helle Thorning-Schmidt er útbúgvin cand.scient.pol. og MA í evropeiskum studium. Hon varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 2005. Hon var forkvinna fyri Sosialdemokratarnar frá 2005 til 28. juni 2015.

Politiska lívsleið hennara byrjaði í 1999, tá hon gjørdist limur í Evropaparlamentinum, har hon sat til 2004. Hon varð uppstillað til Fólkatingið í Østerbrokredsen í 2003 og er síðani vald á valunum í 2005 (4 591 persónligar atkvøður), 2007 (49 926 persónligar atkvøður) og 2011 (33 564 persónligar atkvøður).

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið