Harriet Beecher Stowe

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Harriet Beecher Stowe (14. juni 18111. juli 1896)

Harriet Beecher Stowe (14. juni 18111. juli 1896) var amerikanskur rithøvundur og abolitionistur, sum gjørdist kend um allan heim av bókini Tummasarsmáttu (enskt; Uncle Tom´s Cabin).

Harriet vaks upp í einum kristnum heimi, pápin var prestur. Hon fór at arbeiða saman við systur sínari Cathrine sum lærari og giftist í 1836 við Calvin Stowe sum eisini var prestur. Tey fingu sjey børn, men fleiri doyði meðan tey vóru smá. Harriet hjálpti til við at uppihalda familjuni við at skriva.

Skaldsøgan um Tummas byrjaði sum framhaldssøga í anti-træla tíðarritinum National Era. Stowe kendi væl til trælahald, anti-trælahaldsrørsluna og við undargrundarjarnbreytina. Kentucky, sum lá beint yvirav Cincinnati, har Harriet og familjan búði, var ein trælastatur.

Lógin um viðferð av trælum, ið flýddu, sum kom í gildi í 1850, fekk Harriet Beecher Stowe at taka aktivian lut ímóti trælahaldi. Tá ið bróðurkona hennara einaferð skrivaði til hennara: "Harriet, um eg hevði duga at brúkt ein penn so væl sum tú, hevði eg skrivað okkurt, sum fekk alt landið at kenna á sær, hvussu forbannaður trældómur er," gjørdist hon fullviss í at hon skuldi skriva okkurt um trælahald.

Hon fór í holt við at tosa við flýddar trælir og trælaeigarar og las ein hóp av bókum um evnið. Hon lat fyrst søgurnar prenta sum framhaldssøgur, og hildið verður at høvuðspersónurin í mangar mátar er grundaður á Josiah Henson, sum sjálvur hevði verið trælur og hevði skrivað um upplivilsi síni.

Tá ið bókin kom út í 1852 varð hon seld í 10 000 eintøkum eftir einari viku. Longu í 1854 var hon týdd til 60 ymsiks mál.