Hallur Hansson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hallur Hansson
Persónlig kunning
Føðingardagur (1992-07-08) 8. juli 1992 (aldur 31)
FøðistaðurFøroyar
PlássMiðvallaleikari
Kunning um feløg
Núverandi felag
Vejle Boldklub
Nummar15
Ungdómsyrkisleið
VB
2008HB
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
2008-2011Aberdeen1(0)
2011-2012HB31(6)
2012-2014AaB6(0)
2014Víkingur25(6)
2014–2016Vendsyssel FF44(6)
2016–AC Horsens149(19)
2021–Vejle Boldklub0(0)
Landslið
2006U15 Føroyar?(?)
2007-09U17 Føroyar12(0)
2009-2011U19 Føroyar7(1)
2009-U21 Føroyar10(0)
2012-Føroyar64(5)
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only and correct as of 14. oktober 2021.

† Dystir (Mál).

‡ Landsliðsdystir- og mál eru røtt og dagførd pr. 14. oktober 2021
Frá dystinum móti Grikkalandi 13. juni 2015, sum Føroyar vunnu 2-1. Her hevur Hallur Hansson júst skora til 1-0.

Hallur Hansson (føddur 8. juli 1992) er føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, sum í spælir við danska Superliga-felagnum Vejle Boldklub og føroyska landsliðnum.

Lívsleið innan fótbólt[rætta | rætta wikitekst]

Frá mars 2014 til sesongin endaði í oktober 2014 spældi hann við Víkingi, ið vann finaluna um Løgmanssteypið og gjørdist nummar trý í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Frá 2012 til januar 2014 spældi hann við danska superligaliðnum AaB, fyrsta hálva árið var hann lántur frá HB,[1], men hin 29. januar 2013 gjørdi hann 1½ ára sáttmála við AaB, sáttmálin skuldi vara til 30. juni 2014, men var uppsagdur síðst í januar 2014. Hallur hevði leikt 5 dystir fyri superliga liðið hjá AaB, tá sáttmálin varð undirskrivaður.[2]

Lívsleið[rætta | rætta wikitekst]

Feløg[rætta | rætta wikitekst]

Hallur búði í Vági í nøkur ár sum barn, og spældi tá við VB og seinni við samanlagda felagnum VB/Sumba. Í 2008 spældi hann við HB og so flutti hann til Aberdeen, har hann spældi fótbólt til 2011, fyrst við ungdómsliðnum hjá Aberdeen FC og síðan spældi hann ein dyst við besta liðnum hjá Aberdeen FC.

Hin 29. januar 2013 gjørdi hann sáttmála á hálvtannað ár við danska Superliga-felagið AaB, eftir at hava spælt fyri felagið í eitt hálvt ár, útlántur frá HB. Hann spældi seks dystir fyri besta liðið hjá AaB. Hin 31. januar 2014 kunngjørdi AaB, at tey ikki longur høvdu sáttmála við Hall Hansson.[3] Í februar 2014 undirskrivaði hann sáttmála við Víking.

Seinni sama árið gjørdi hann sáttmála við danska 1. deild felagið Vendsyssel FF. [4]

Hin 17. juni 2016 gjørdi hann tvey ára sáttmála við danska Superliga felagið AC Horsens. Eftir fimm ár í felagnum blivur partarnir samdir um at enda samstarvið.[5] Í oktober 2021 undirskrivaði hann sáttmála við danska superligafelagið Vejle Boldklub.[6]

Landslið[rætta | rætta wikitekst]

Hallur hevur higartil (14. oktober 2021) spælt 64 dystir við føroyska A-landsliðnum og skorað fimm mál. Hann hevur eisini spælt fleiri dystir við føroysku U21, U19, U17 og U15 landsliðunum. Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst móti Íslandi, tað var ein vinardystur. Næsta dystin spældi hann móti Týsklandi, tann dystin vunnu týskarar 3-0.[7][8]

Hin 11. oktober 2013 skoraði Hallur sítt fyrsta mál fyri føroyska A-landsliðið. Tað var í heimdystinum móti Kazakstan, sum var HM 2014 kvalifikasjónsdystur, tað var tann nýggjundi landsdystur hansara. Dysturin endaði 1-1 og harvið fekk Føroyar sítt fyrsta stig í kappingini. Málið hjá Hallur var eitt langskot, sum hann skeyt uttanfyri 16-meturin, bólturin fór upp í vinstra horn.[9]

Altjóða mál[rætta | rætta wikitekst]

Málskoring og úrslit vísa málini hjá Føroyum fyrst.
# Dagur Vøllur Mótstøðulið Málskoring Úrslit Kapping
1. 11. oktober 2013 Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar  Kasakstan 1–0 1–1 HM í fótbólti 2014
2. 19. november 2013 Ta' Qali National Stadium, Ta' Qali, Malta  Malta 1–3 2–3 Vinadystur [10]
3. 1. marts 2014 Victoria Stadium, Gibraltar  Gibraltar 3–1 4–1 Vinadystur [11]
4. 13. juni 2015 Tórsvøllur, Tórshavn, Føroyar  Grikkaland 1–0 2–1 EM fótbóltur 2016, kvalifisering

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Portal.fo, Hallur Hansson til AaB". http://sportal.fo/grein/hallur_hansson_til_aab. Heintað 2012-09-03. 
  2. Fodbold.aabsport.dk Ny AaB-aftale til Hallur Hansson
  3. fodbold.aabsport.dk, AaB ophæver Hallur Hanssons kontrakt
  4. http://vendsysselff.dk/nyheder?id=1412
  5. AC Horsens ophæver med Hallur Hansson, bold.dk, 24 July 2021
  6. "Bekræftet: Vejle henter Hallur Hansson". 14. oktober 2021. https://www.bold.dk/fodbold/nyheder/bekraeftet-vejle-henter-hallur-hansson/. Heintað 14. oktober 2021. 
  7. UEFA.com, Brazil 2014, FIFA World Cup, Qualifying round (Group C) - 07/09/2012 - 20:45CET (20:45 local time) - Hannover Arena - Hannover
  8. "Sportal.fo, Týskur 3-0 sigur á Føroyum". http://sportal.fo/grein/tyskland_foroyar_beinleidis. Heintað 2012-09-12. 
  9. "Sportal.fo". http://sportal.fo/grein/beinleidis_foroyar_kasakstan_0_0. Heintað 2013-10-12. 
  10. "Malta 3 - Faroe Islands 2". ESPN. http://espnfc.com/us/en/gamecast/statistics/id/382575/statistics.html?soccernet=true&cc=5901. Heintað 19 November 2013. 
  11. "4‐1 defeat for Gibraltar against the Faroe Islands". GBC. http://www.gbc.gi/news/3320/4%E2%80%901-defeat-for-gibraltar-against-the-faroe-islands. Heintað 4 March 2014. 

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið