Geronimo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Geronimo.

Geronimo (fødd 16. juni 1829 í Arizona – deyð 17. februar 1909 í Oklahoma) var Chiricahua Apacheindiáni. Seinasti indiánahøvdingurin, sum stóð á odda í uppreistrinum ímóti hvíta manninum, var Geronimo. Hann stílaði fyri álopum inn í útsynningslondini í USA. Seinni varð hann tikin og settur fast í Florida. At enda varð hann latin leysur aftur og gjørdist tjóðarhetja. Hann doyði í 1909 í Fort Sill, Oklahoma.