Fróði Benjaminsen
Fróði Benjaminsen (føddur 14. desember 1977) er ein føroyskur fótbóltsleikari, miðvallaleikari, sum í løtuni (2012) spælir við HB og føroyska A-landsliðnum. Hann hevur spælt triðflestar landsdystir fyri Føroyar, 72 dystir (dagført 19. oktober 2012). Hann hevur skorað fimm mál á føroyska landsliðnum, tað er fimt flest. Í løtuni (oktober 2012) er hann liðskipari á føroyska landsliðnum. Fróði spældi við B68 frá 1994 til 2003, síðan spældi hann við Fram Reykjavík í 2004 og við B36 frá 2005 til 2007. Síðan 2008 hevur hann spælt við HB.[1] Hann hevur vunnið tvey FM heitið við HB, eitt FM við B36. Hin 18. oktober 2012 kunngjørdi HB heimasíðan, at Fróði Benjaminsen gerst leikandi hjálparvenjari kappingarárið 2013. Nýggjur høvuðsvenjari verður Oddbjørn Joensen.[2]