Facebook

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Facebook.svg

Facebook er ein heimasíða, sum minnir nógv um Myspace.com, og hon stendur í stórum vøkstri. Tað var tann tá 20-ára gamli Mark Zuckerberg (føddur 14. mai 1984 í New York, USA), sum fann uppá Facebok í 2004. Í dag hevur tænastan okkurt um 100 milliónir brúkarar um allan heim. Tað eru umleið ein hálv millión danskir brúkarar á Facebook.

Nú eru Føroyar so komnar við á egnum máli og hetta hevur veruliga sett gongd á hugin hjá føroyingum at brúka Facebook. Samstundis eru talið á teimum, sum hava skift frá øðrum brúkaramáli sum td. danskt, enskt, svenskt v.fl. til at nýta sítt egna mál, alsamt vaksandi. Føroyingar hava eisini víst seg at vera skjótir at taka møguleikarnar á Facebook til sín og ikki minst, møguleikan at gera flytingar millum m.a. MySpace og Facebook og annars tær heimasíður, sum geva møguleikan at hefta tær til vangamyndina ella senda síðuna til sjálva føroysku høvuðssíðuna.

Hollywood manuskripthøvundurin Aaron Sorkin (føddur 9. juni 1961 í New York, USA) ætlar sær at gera ein film um stovnanina av Facebook.

Skoðanir